Vil vita hvat Ruth ætlar við 1000-krónuseðlinum

Tingkvinna spyr, hvat landsstýrið ætlar við føroyska túsundkrónuseðlinum, nú tann danski fer í søguna

 

Tað er Hanna Jensen, tingkvinna fyri Framsókn, sum hevur sett Ruth Vang, fíggjarmálaráðfrú spurningar viðvíkjandi pengaseðlunum, nú danski tjóðbankin hevur boðað frá, at 1.000 krónuseðilin verður avtikin, og at pengaseðlar, eldri enn 2009, samstundis verða gjørdi ógyldugir tann 31. mai í 2025.

Hanna Jensen hevur sett landsstýriskvinnuni hesar spurningar:

1. Hvørjar eru ætlanirnar við føroyska túsundkrónuseðlinum?

2. Hvørjar eru ætlanirnar við eldru føroysku pengaseðlunum og føroyskum

pengaseðlum sum heild?

3. Hvat verður svarið til donsku stjórnina og danskar myndugleikar um hesi mál?

4. Hvørjar eru langtíðarætlanirnar við pengaseðlum og myntum í Føroyum sum

gjaldsmiðlar í framtíðini?

 

Í viðmerkingum til spurningarnar vísir Hanna Jensen til tíðindafundin, sum danski tjóðbankin hevði í november, har tað varð kunngjørt, at frá 31. mai í 2025 verða allir danskir pengaseðlar, sum eru eldri enn sonevnda 2009-røðin, ógyldugir, og at nú verða teir heintaðir inn. Ymsir partar greiddu frá tí stóra inntrivinum, og hvørja ávirkan tað fær - og tess ávirkan á nevndu partar, og tíðindafólk settu spuningar um, hvussu hetta inntriv fór at ávirka samfelagið, serstakliga einstaka borgaran. 

Pengapolitikkur er felagsmál, so hetta mál hevur stóran áhuga fyri Føroyar, tí hóast vit hava egnar pengaseðlar, so er danska krónan okkara gjaldoyra, og verða vit munandi ávirkað av øllum, sum fyriferst á hesum øki í Danmark.

Ein onnur merkisverd broyting verður, at túsundkrónuseðilin, sum er partur av 2009-røðini, ið annars verður varðveitt, verður ógyldugur frá 31. mai 2025. Grundgevingarnar snúgva seg um hvítvasking og annan fíggjarligan kriminalitet og um minni nýtslu og harvið minni tørv á pengaseðlum, soleiðis at seðlarnir 500 kr., 200 kr., 100 kr. og 50 kr. metast at verða nøktandi í framtíðini. 

Boðskapurin leggur upp til fleiri spurningar, m.a. hvussu ein veit, at tað ikki verður ov tvørligt ikki at kunna nýta túsundkrónuseðlar, og hvussu tann, sum fegin vil halda fram at nýta reiðan pening, skal fyrihalda seg, nú tað sýnist at fara at verða tvørligari og tvørligari sum frá líður. 

Eisini verður spurt, um tey fáu kriminellu í hesum máli skulu skerja virkisfrælsið og valmøguleikarnar hjá vanligum hampafólkum, tá um góðar møguleikar at nýta reiðan pening eftir egnum vali ræður. Sambært heimasíðu danska tjóðbankans er danska stjórnin í samskifti við føroysku myndugleikarnar um, hvørt føroyski túsundkrónuseðilin skal heintast inn, og eisini um teir eldru føroysku pengaseðlarnir skulu. 

Mong spyrja um, hvat føroyskir myndugleikar ætla við pengaseðlum, hvussu ætlað er at tryggja góðar virkismøguleikar í framtíðini við reiðum peniningi, hvørjar ætlanirnar eru við eldru føroysku pengaseðlunum, við túsundkrónuseðlinum og við hesum øki sum heild og hvat svarið verður til donsku myndugleikarnar, sum siga seg vera í samskifti við føroyskar myndugleikar um málið.

in.fo spurd tann 30. november, tá Tjóðbankin boðaði frá avgerðini, Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, um føroyski 1.000 krónu seðilin fór at fáa somu lagnu, sum tann danski, segði hon, at tey ikki høvdu viðgjørt spurningin í Fíggjarmálaráðnum, men hon váttaði, at tað er landsstýrisfólkið í fíggjarmálum, sum eigur avgerðina í Føroyum, og at tey í útgangsstøðinum fara at gera soleiðis, sum danski tjóðbankin ger – tað vil siga, at føroyski 1.000 krónur seðilin verður avtikin samstundis sum tann danski, og at gamlir føroyskir pengaseðlar eisini fara úr gildi, tá teir gomlu donsku pengaseðlarnir fara úr gildi – tað vil siga 21. mai í 2025.

Tað er eisini danski tjóðbankin, sum gevur út føroyskar pengaseðlar, og tað verður gjørt eftir »Lov nr. 248 af 12. april 1949 om pengesedler m.v. på Færøerne«. Har stendur í grein 8 soleiðis:

»Pengesedlerne kan efter statsministerens nærmere bestemmelse efter forhandling med landsstyret indkaldes og nye sedler udstedes, jfr. §§ 2 og 3. De indkaldte sedler ophører da at være lovligt betalingsmiddel fra det tidspunkt, som fastsættes ved bekendtgørelsen. Når et år er forløbet fra dette tidspunkt, mister de indkaldte sedler deres gyldighed. Såfremt omstændighederne taler derfor, kan dog den i § 2 omtalte stedlige bestyrelse indløse sådanne sedler.«

Danski tjóðbandkin skrivaði um avgerðina at taka av 1.000 krónur-seðilin, at hetta verður gjørt »i fælles forståelse« við vinnumálaráðharran, Morten Bødskov.

Tjóðbankin fer at gera eina nýggja seðlarøð, sum eftir ætlan skal takast í nýtslu í 2028 ella 2029.

Tí skulu allir pengaseðlar, sum eru givinir út fyri 2009, eisini takast inn og verða tí ikki í gyldi eftir 31. mai í 2025.

Tað hevur ikki áður verið soleiðis, at eldri pengaseðlar verða gjørdi ógildugir, so hvørt nýggir seðlar verða gvinir út. Í dag eru gamlir seðlar aftur til 1944 enn gyldugir, skrivar Tjóðbankin.

– Teir gomlu seðlarnir eru truplir at handfara fyri smáhandlar og fyri bankarnar, tí seðlarnir ikki lúka nútíðar krøv. Tí hava vit gjørt av, at tað er best at taka teir gomlu seðlarnir úr umfari, segði Christian Kettel Thomsen, tjóðbankastjóri, í tíðindaskrivinum frá Tjóðbankanum 30. november.