Seinastu ferðirnar Pedagogfelagið hevur verið í verkfalli, hevur tað eisini rakt viðskiftafólk hjá Almannaverkinum. Eitt nú hava búfólk á stovnum verið noydd at flutt heimanífrá, tí eingin hevur verið at veita teimum tann neyðuga stuðulin.
Síðani hava bæði Megd og Javni, og onnur við, heitt á politiska myndugleikan um at syrgja fyri, at tað ikki hendur aftur, at vit koma í hesa primitivu støðuna, sum tey hava kallað tað, at tey veikastu í samfelagnum verða tikin til gísla í einum verkfalli. Tí hava tey kravt, at ein skipan verður gjørd, so at hesi økini verða undantikin, tá ið verkfall er.
Tá ið málið hevur umrøtt á Løgtingi, hava allir politikarar verið samdir um, at hetta kann ikki ganga, og nógvir hava eisini beinleiðis kravt, at ein loysn verður funnin.
Men hetta er eitt rættiliga eldfimt mál, tí samdstundis hava fakfeløgini tikið hetta sum eina roynd at skerja verkfalsrættin og hendur tað, hava tey lovað ilt, og tey hava eisini tosað um aðalverkfall.
Tá ið Helgi Abrahamsen var landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, ætlaði hann at taka málið upp við fakfeløgini. Nú er hann ikki meiri og Magnus Rasmussen hevur tikið yvir. Og nú vil Uni Rasmussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, hava at vita frá honum, hvussu tað gongur við hesum málinum.
Tí skal landsstýrismaðurin nú greiða frá, hvussu langt hetta arbeiðið er komið at tryggja, at tey veikastu í samfelagnum ikki verða rakt av møguligum verkføllum í framtíðini. Hann skal eisini greiða frá, hvussu hann ætlar at koma mál við hesum arbeiðnum.
Løgtingsmaðurin heldur, at tað hevði eisini verið ynskiligt at tað mest týðandi virksemi á sjúkrahúsunum heldur ikki verður rakt verkfalli aftur.
– Vit skulu virða tann fría samráðingarrættin á arbeiðsmarknaðinum, men tað er tó av týdningi, at vit fáa eina semju við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at tey veikastu í samfelagnum ikki verða rakt av framtíðar verkføllum, sigur Uni Rasmussen.
Hann vísir eisini á, at tað hevur verið ført fram, at tað er í friðartíð, at slík viðurskiftir skulu fáast í rættlag og tískil er hetta tann rætta løtan.