Vildu bara gera sáttmála í eitt ár

Óvissan í sambandi við Korona er ov stór, siga partarnir

Í morgun hava Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Skipara- og Navigatørfelag, skrivað undir semju um nýggjan sáttmála.

Sáttmálin ímillum partarnar gekk út 1. oktober í fjør, men eftir at hava verið á tveimum fundum, skrivaður partarnir undir nýggjan sáttmála í morgun.

Men av tí at óvissan er so stór um tey búskaparligu útlitini í kjalarvørrinum av koronu, hava partarnir gjørt at gera ein eitt árs sáttmála, ið sostatt er galdandi í tíðarskeiðinum frá 1. oktober 2019 til 30. september í ár.

Nýggi sáttmálin gevur eina lønarhækking upp á 2,56 prosent tilsamans. Tann 1. oktober í fjør, hækkaðu lønirnar sostatt 1,56 prosent, men eftirlønin hækkar frá 12,5 prosentum til 13,75 prosent.