Vildu hava reyða kollvelting í Føroyum

- Heimurin undir kalda krígnum var býttur í ein svart hvítan heim og var tí grundleggjandi ein annar. Tá tað er sagt, er tað púra óskiljandi fyri mong, at tað hava verið kreftir í Føroyum, sum vildu kollvelta føroyska samfelagið, sigur Páll Holm Johannesen, sum hevur skrivað bók um víðgongda vinstravongin undir kalda krígnum

Tá ið múrurin fall í 1989, var Páll Holm Johannesen ein 9 ára gamal smádrongur í Havn. Meinaleyst spæl fylti gerandisdagin, tá ið stóra uppgerðin var í kommunistiska Eystureuropa. Nú hevur samfelagsfrøðingurin leitað aftur um sítt føðidato og aftur til tíðina, tá ið kalda kríggið millum eystur og vestur var glóðheitt, tá ið stóru ideologirnar vóru havdar á lofti sum ævigir sannleikar, og tá ið fólk á vinstravonginum tosaðu um eina reyða kollvelting í Føroyum.

Tað var lív í á føroyska vinstravonginum í sektsti, sjeyti og áttatiárunum. Fólk vóru virkin í kommunistiskum feløgum, tey mótmæltu og gjørdu átøk, skrivaðu bløð, hildu reyðar summarlegur, diskuteraðu stóru hugsjónirnar og tosaðu nógv um eina kollvelting í Føroyum.

Páll Holm Johannesen hevur seinastu fýra árini kannað víðgongda vinstravongin í Føroyum, og um eina viku kemur bók út, sum hann kallar “Tey sóu reytt”. Góðar 300 síður siga søgur um vinstravongin, um fólkini, ið vóru virkin har, og um virksemi, tey høvdu.

- Fyrsta hugskotið til bókina kom eitt kvøldið, tá ið vit høvdu havt eitt tiltak í sambandi við útgávuna Krossvegir. Aftan á tiltakið prátaðu vit um ymiskt, og ein fortaldi mær um, tá ið hann einaferð hevði møtt nøkrum klaksvíkingum á einum flogvølli. Teir vóru krúnrakaðir, men hann helt seg minnast, at teir plagdu at hava sítt hár og skegg. Hann mátti spyrja teir, hví teir vóru rakaðir um høvdið. Jú, teir høvdu verið á inspiratiónsferð í Albania, og tað hevði verið eitt krav, at teir skuldu rakað hárið og skeggið av.

- Síðani havi eg hoyrt ymiskar søgur um tað, sum hendi á vinstravonginum, fleiri anekdotir og annað, og eg helt, at tað kundi verið áhugavert at samla hesa søguna, sum mann bara hoyrdi í brotum á mannamuni. Og tað havi eg so roynt at gjørt í hesi bókini, sigur Páll Holm Johannesen.


Skuldi yvirtala fólk

Páll hevur gjørt samrøður við millum 60 og 70 fólk, men hann hevur verið noyddur at sannføra nógv av fólkunum um, at tað hevði verið eitt gott hugskot at tosa við hann um teirra vinstravendu fortíð.

- Nógv fólk hava sagt við meg, at „áðrenn eg sigi nakað sum helst, vil eg vita, hvat tú vilt við hesi bókini“. Tíðarskeiðið hjá ytsta vinstravonginum, frá fyrst í sekstiárunum til Berlinmúrurin fellur í 1989, hevur verið merkt av tabu, sigur Páll Holm Johannesen.

- Einki er at taka seg aftur at tað gátuføra við hesum tíðarskeiðnum, hevur birt forvitnið og kveikt hugin at siga søguna um tey menniskju, sum myndaðu kollveltingarsinnaða vinstravongin í Føroyum, áðrenn jarntjaldið fall.

Tað hevur verið eitt sindur ymiskt, hvussu opin fólk hava verið um vinstravendu fortíðina.

- Tá eg havi greitt nærri frá mínum ætlanum, hevur størsti parturin verið sinnaður at fortelja um hendingarnar, sum fóru fram á politiska vinstravonginum ta tíðina. Onnur hava týðiliga hildið seg aftur við at fortelja alt, sum tey hava upplivað. Uppaftur onnur hava sýtt fyri at vera við í bókini, sigur hann.

- Tað er rættiliga tunnligt við skrivligum tilfari um virksemið hjá víðgongda vinstravonginum, og tí var neyðugt, at samrøður gjørdust bulurin í bókini. Tá eg hevði lovað fólkunum, at tað var teirra forteljing og upplivingar, eg vildi siga frá, og at tey ikki vórðu endurgivin beinleiðis í bókini, kom glið á.

- Tá ið fleiri av somu persónum, sum myndaðu kollveltingarsinnaða vinstravongin í dag sita í leiðandi sessum í embætisverki, stovnum, vinnulívi og politiskum flokkum Føroyum, kann staðfestast, at mong hava tikið eitt risa lop frá politisku hugsjónunum í sínum ungum døgum, sigur Páll.


Mugu brúka tátíðar brillur

Páll Holm Johannesen er yngri enn harða politiska stríðið millum eystur og vestur, vinstra og høgra, og tað merkir skrivingina í nýggju bókini.

- Mín politiska sannføring er stoypt langt eftir, at Berlinmúrurin fall, og tí havi eg ikki nakað persónligt partabræv í stríðnum millum høgra og vinstra undir kalda krígnum. Tað merkir eyðvitað innihaldið í bókini, at eg sjálvur ikki hava verið partur av hesum tíðarskeiðnum, sigur hann.

- Tá ið múrurin fall, var eg bara níggju ára gamal, og tí er henda bókin fyrst og fremst mín egna útgáva av søguni um víðgongda vinstravongin í Føroyum. Sostatt er ríkiligt rúm hjá øðrum at skriva og viðgera hetta tíðarskeiðið í føroyskari søgu. Ikki minst hjá ættarliðunum, sum sjálvt var partur av politisku rørslunum frá sekstiárunum og frameftir, heldur hann.

Sera lítið er skrivað um hetta tíðarskeiðið í politiskari søgu í Føroyum.

- Við bókini vil eg gera eina roynd at varpa ljós á virksemið hjá ytsta vinstravonginum í Føroyum. Í okkara grannalondum eru fleiri bøkur skrivaðar um hetta tíðarskeiðið, men í Føroyum hevur tað verið sera avmarkað, hvat almenningurin hevur fingið av innliti í hetta tíðarskeiðið. Tað er umráðandi, at vit viðgera og lýsa okkara egnu søgu, eisini tær meira keðiligu síðurnar, sigur Páll.

- Hjá okkum, sum eru ov ung til at hava upplivað hugsjónarliga stríðið millum høgra- og vinstravongin í Føroyum, kunnu viðurskiftini millum hugsjónarligu polarnar tá í tíðini tykjast rættiliga víðgongd. Tað er neyðugt at hyggja at og skilja søguna hjá føroyska vinstravonginum við tátíðar brillum.


Vildu hava kollvelting

Umframt at gera átøk, ganga mótmælisgongur, kjakast, skriva vinstravend bløð og føra propaganda, vóru persónar á vinstravonginum eisini upptiknir av tankanum um eina reyða kollveting í Føroyum. Nógv skjøl vórðu skrivað um hetta, og niðurstøðan var, at um kapitalistarnir brúktu vald ímóti reyðu kollveltingini, so skuldi mann ikki útilokað eina vápnaða kollvelting í Føroyum.

Men hvar var í hesum. Var tað bara snakk ella lá nakað meira í tí?

- Tað er munur á teimum ymisku rørslunum á vinstravonginum, men tey eru øll samd um, at tað skal ein kollvelting til fyri at gera neyðugu broytingarnar í samfelagnum. Men rørslurnar eru ikki samdar um, hvussu kollveltingina skal gjøgnumførast. Tann rørslan, sum eitur OMFL, er tann mest víðgongda, og hon vísur allatíðina á, at um neyðugt mugu tey verða klár at brúka vápn í sambandi við eina kollvelting, sigur Páll Holm Johannesen.

- Tey vísa á støðuna í Kili, har Allende vinnur valið, men so ger høgravongurin við Pinochet á odda eitt hernaðarkvett. Tí siga tey eisini, at høgravongurin í Føroyum fer møguliga ikki at góðtaka ein demokratiskan sigur hjá vinstravonginum, og tí mugu tey verða klár at brúka vápn fyri at fáa valdið.

Men Páll hevur í sínum granskingararbeiði ikki funnið prógv fyri, at vinstravongurin veruliga fekst við vápn á nakran hátt.

- Tað eru nógvar søgur um tað, men í mínum kanningararbeiði havi eg ikki funnið dokumentatión fyri, at vinstravongurin í Føroyum hevði vápn ella hevði vápnavenjingar, hóast søgur ganga um tað, sigur Páll Holm Johannesen.

- Heimurin undir kalda krígnum var býttur í ein svart hvítan heim, og var tí grundleggjandi ein annar. Tá tað er sagt, er tað púra óskiljandi fyri mong, at tað hava verið kreftir í føroyska samfelagnum, sum vildu kollvelta føroyska samfelagið. Summi fóru so langt, at hernaðarmegi ikki varð útilokað sum amboð til at røkka málinum um sosialistiska tjóðveldið Føroyar, sigur hann.

Bókin “Tey sóu reytt kemur” út fríggjadagin 11. november.



Myndatekstur:


- Tað eru nógvar søgur um tað, men í mínum kanningararbeiði havi eg ikki funnið dokumentatión fyri, at vinstravongurin í Føroyum hevði vápn ella hevði vápnavenjingar, hóast søgur ganga um tað, sigur Páll Holm Johannesen

Mynd: Álvur Haraldsen



Fakta

Navn: Páll Holm Johannesen

Aldur: 31 ár

Bústaður: Tórshavn

Útbúgving: Samfelagsfrøðingur

Starv: Stjórnarsamskipari í Almanna- og Heilusmálaráðnum