Vit heita á Sunda Kommunu um at taka hetta mótmæli í størsta álvara. Tað siga bøndur, og íbúgvar annars, í Saksnum í einum mótmælisskrivi, tey til bygdaráðið.
Bygdaráðið hevur annars samtykt at gera eitt parkeringspláss til 50 bilar í Saksun, umframt wc, gøtur, og annað.
Heðin Zachariasen, borgarstjóri, hevur sagt við okkum, at hetta er gjørt í neyvum samstarvi við bøndur, Búnaðarstovuna, Landsverk og Ferðavinnuráðið, Visit Faroe Islands.
Les meiri um tað her: Fara at gera 50 parkeringspláss í Saksun
Men nú mótmæla bøndur, og fólk annars, í Saksun ætlanini. Ístaðin fyri at stuðla upp undir eina hópferðavinnu í Saksun, mæla tey heldur bygdaráðnum til at seta tiltøk í verk fyri at menna eina meira ábyrgdarfulla ferðavinnu, ið tekur atlit til náttúru, umhvørvi, mentanararv og lokalsamfelagið í Saksun, heldur enn at styrkja eina hópferðavinnu!
Hendan ætlanin gagnar hvørki Saksun, ella Sunda Kommunu, siga mótmælisfólkini. Tey siga, at heldur enn at fáa fleiri ferðafólk til Saksun, vilja tey avmarka talið á ferðafólki
Tey vilja hava bygdaráðið at taka málið í størsta álvara, tí uttan neyvt samstarv við bøndur og bygdarfólk, verður ferðavinnan framhaldandi ein byrða fyri bygdina, siga tey.
Sjey fólk hava skrivað undir mómæli, tey eru Jógvan Magnusson, Jóhan Jógvanson, Sonja Dalsgaard Nolsøe, Páll Svartá, Gurli Svartá, Herálvur Hansen og André Kruse.
Tey siga, at ein áttandi maður, Esben Poulsen, er eisini við í mótmælinum, men hann var ikki heima, tá ið tey skrivaðu undir. Hetta merkir øll bygdin hevur skrivað undir, tí sambært Hagstovuni búgva átta fólk í Saksun.