Vilja avmarka valdið hjá løgmanni

Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um, at minka valdið hjá løgmanni

 


- Løgmaður hevur eitt ógrundað stórt vald

 

Tað heldur Tjóðveldi.

 

Av tí sama hevur flokkurin nú lagt uppskot fyri løgtingið um at avmarka valdið hjá løgmanni.

 

Í hesum sambandi hevur flokkurin skotið upp, at eftir hvørt løgtingsval, skulu bæði løgmaður, og alt landsstýrið, verða loyst úr starvi, og skulu leggja frá sær.

 

Tjóðveldið heldur, at hetta er ein spurningur um at styrkja fólkaræðið og at skapa javnvág í politisku skipanini, eftir at fólkið hevur valt fólk á ting.

 

- Í dag liggur ein óviðgjørdur og ógrundaður valdsfyrimunur hjá einum valdum løgmanni.

 

Tjóðveldið sipar til, at løgmaður kann senda Løgtingið til hús, og hann kann verða sitandi sjálvur eftir eitt val.

 

Hann kann nevniliga verða sitandi, til hann fær ein meiriliuta ímóti sær.

 

- Enntá kann ein løgmaður beint eftir ett nýval, sum ikki fellur til hansara fyrimuns, skriva val út og senda nýggja tingið til hús, sigur Tjóðveldi.

 

- Hetta merkir, at ávirkanin hjá veljaranum verður sera avmarkað, sigur Tjóðveldi.

 

Flokkurin sigur, at vit hava fleiri dømi um, at løgmenn verða sitandi, eftir at val er útskrivað.

 

- Uttan mun til um teir og teirra flokkur, ella samgonga, fáa vánalig úrslit, hava teir framvegis ein ovurstóran fyrimun við at kunna taka stig til nýggjar samgongusamráðingar.

 

Tjóðveldi sigur, at sostatt er tað torført hjá øllum øðrum flokkum, eisini hjá teimum, ið kunnu hava vunnið valið, yvirhøvur at fáa ein møguleika at skipa stjórn.

 

- Hetta er óneyðug og ógvuslig skeikling í valdinum millum fólkavalda Løgtingð og úttinnandi valdið hjá løgmanni.

 

- Í roynd og veru kann sjálvt ein løgmaður, ið ikki verður valdur á ting, verða sitandi og hava atgerðarrættin at skipa stjórn.