Onkur vildi helst hildið, at Kalsoyggin er at meta sum ein útoyggj. Men tað er ikki vist, at tú fært oyggjarfólkið at skriva undir uppá tað.
Hagtølini vísa, at fólkatalið í oynni er tað lægsta seinastu 25 árini. Í dag búgva soleiðis einans 108 fólk á Kalsoynni. Tá tey vóru flest, í 2003, vóru tey 147 í tali.
Men tað eru kortini tey sum hava hug at bøta uppá hetta og ynskja at seta føtur undir egið borð í Húsa kommunu.
- Vit hava faktist umsóknir frá fólki sum vilja búseta seg her hjá okkum, vísir Kristian Hansen á. - Talan er í hesum føri um fólk sum hava tilknýti til bygdina.
Kommunan er í løtuni í ferð við at keypa eitt øki frá Jarðarráðnum til hetta, men enn eru hesar samráðingar ikki lidnar.
- Eg vóni, at hetta kann fáast uppá pláss í ár, sigur borgarstjórin, og vónar, at fleiri fara at gera sum hetta parið.
- Tí tað eru tey sum hava bíðað nokkso leingi.
Fá arbeiðspláss
Í nógvum av teimum smærru bygdunum, sum Oyggjablaðið hevur vitjað í vár, hava umstøðurnar verið javnlíkar teimum her á Húsum:
Hvørki í Æðuvík, Fámjin ella Sandvík er nakar handil ella nakað arbeiðspláss. Men fólk trívast kortini undir hesum umstøðum.
Á Kalsoynni eru onkur almenn arbeiðspláss, men einasta veruliga privata arbeiðsplássið er smoltstøðin í Knúksdali, millum báðar bygdirnar í kommununi. Har starvast fýra fólk.
- Ja, tað er gott fyri bygdina at hava slík føst arbeiðspláss, vísir Kristian á.
- Annars arbeiða tey flestu burturi - summi í Klaksvík og summi eru til skips.
Eingin forðing
Ein stórur spurningur hjá nógvum smærri bygdum er støðan hjá tí lítla bygdarskúlanum.
Á Húsum er ein skúli, har tað í løtuni ganga sjey næmingar úr 1. til 6. flokk. Enn er ringt at siga, hvussu leingi næmingar fara at ganga í hesum skúlanum.
Húsa skúli hevur eisini havt sína egnu framhaldsdeild, men næmingarnir ynsktu heldur at ganga saman við næmingum í skúlunum í Klaksvík.
Kristian Hansen sigur, at tey hava tosað um skúlaviðurskiftini í framtíðini. Eitt uppskot er at børnini ganga í oynni til 4. ella 5. flokk, og fara síðani víðari í skúla í Klaksvík.
- Hetta burdi ligið væl fyri, tí ferðasambandið til Klaksvík er rættiliga gott. Eg síggi so onga forðing fyri tí, slær borgarstjórin fast.
1,2 mió
Tað sjáldsama við Kalsoynni er, at teir 108 íbúgvarnir her eru í tveimum kommunum sum í roynd og veru hava býtt oynna í tvey.
Norðasta helvtin, ið umfatar bygdirnar Trøllanes og Mikladal, eru við í Klaksvíkar kommunu, meðan tær báðar sunnaru, Húsar og Syðradalur, eru við í Húsa kommunu.
Húsa kommuna hevur havt onkrar óformellar fundir við Klaksvíkar kommunu um at gera annaðhvørt eina avtalu um samstarv ella beinleiðis um samanlegging.
- Enn er málið bara í byrjunarfasuni, slær borgarstjórin í Húsa kommunu fast.
Hóast kommunan er lítil, ella kanska júst tí, krevur tað sítt at reka eina slíka kommunu. Av hesi orsøk røkka tær 1,2 mió krónurnar í skattainntøku ikki til stórt annað enn nøkur smærri kommunal arbeiðir.
- Nei, tað leypa bert nakrar fáar 100.000 krónur av um árið. So tú skilir at vit megna ikki at fara undir nakað stórt arbeiði, slær Kristian Hansen fast.
Fullmannað
Húsa kommuna kom fyrr í ár í ta sjáldsomu støðu, at neyðugt var við eykavali til bygdaráðið.
Umstøðurnar høvdu gjørt tað so, at bert tveir limir vóru eftir í bygdaráðnum, og varð neyðugt við vali av írestandi kommunustýrisliminum. Valið varð hildið fyri einum mánaði síðani, og varð Dora Joensen av Húsum vald í bygdaráðið.
Í bygdaráðnum sita nú hesi: Kristian Hansen, Páll Sørensen og Dora Joensen. Tiltakslimirnir eru Jóanes Joensen og Símun Høgnesen.
Sambært fundarskránni skuldi næsti fundur verða mikudagin í næstu viku. Men borgarstjórin væntaði, tá vit tosaðu við hann fyrr í mánaðinum, at óhugsandi var ikki at ein eykafundur varð áðrenn.