Vilja betra skipanina

Eyðun Mohr Hansen, stjóri á Almannaverkinum, sigur, at broytingarnar skulu betra um viðurskiftini

Vit kunnu ikki byggja stovnin upp eftir einum starvfólkið. Endamálið er júst, at barnið ikki skal vera so tengt at einum starvsfólki, tí hvat nú um viðkomandi er heima, ella sigur upp, ella okkurt annað?
Stjórin í Almannaverkinum harmast um, at Tanja Marnadóttir Ósá ikki hevur fingið fatur á nøkrum, sum kann greiða henni frá, hvat fer at henda við stovninum hjá barninum hjá henni.
- Tað eru 22 børn á stovninum, so man hevur valt at kunna á fundum, og ein kunnandi fundur varð hildin í oktober, sigur Eyðun Mohr Hansen.
Haraftrat verður ein kunnandi fundur tann 23. apríl, men tað er møguligt, at tað ber til at framskunda fundin, sigur stjórin. Hann vil somuleiðis umhugsa at gera neyvari kunning til tær einstøku familjurnar.
Men Tanja sigur, at hon als ikki hevur hoyrt um fundin, sum varð hildin í oktober.
- Vit fingu at vita, at ein kunnandi fundur helst fór at verða síðst í september, men so hoyrdu vit ikki meira um tað, sigur hon.

Broytingar í skipanini
Bygnaðarbroytingar í Almannaverkinum merkja, at øll starvsólkini eru koyrd, og so verða summi set av nýggjum. Endamálið við nýggju skipanini er, at betra um viðurskiftini soleiðis, at fá fakliga útlærd fólk verða um viðskiftafólkini ístaðin fyri nógv ymisk fólk, sum ikki hava nakra fakliga útbúgving.
- Tað eru 22 børn á stovninum, og vit mugu hava eitt sterkt toymi við fólkum, sum eru fakliga væl fyri. Vit kunnu ikki byggja skipanina upp eftir, hvørji starvsfólk viðskiftafólkini vilja hava, sigur Eyðun Mohr Hansen.
Eftir nýggju skipanini verður ikki ein fastur persónur um Gabriel, men nøkur fá, sum hann uppá sikt fer at kenna. Á hendan hátt verða viðskiftafólkini ikki so tengd at einum persóni, og tað er betur fyri allar partar, sigur Eyðun M. Hansen.
Men hetta er ikki avtalan sambært Tanju Marnadóttir.
- Vit hava fingið játtað 10 tímar um vikuna, men hann er har bara nakrar fáar tímar um vikuna. Hinvegin skal hann hava ein stuðul fyri seg sjálvan - tað er tann avtalan, sum vit hava gjørt við tað almenna, sigur hon.
Hon dugir væl at síggja, at tað kann vera gott, um tey ikki eru alt ov tengd at einum persóni.
- Eg dugi væl at síggja tað, men vit vilj gjarna hava ein, tí Gabriel er so lítil, og vit plaga bara at hava hann heima, um sjúka er, ella okkurt annað er í vegin, sigur Tanja.
Frá Almannaverkinum lova tey at tryggja eina skiftistíð, sum børnini kunnu liva við.
- Tað er ymiskt hvat tørvurin er, men vit leggja sjálvsat hetta til rættis eftir tørvinum hjá tí einkulta, sigur Eyðun Mohr Hansen. Akkurát hvat og hvussu eru familjurnar tó ikki kunnaðar um enn.