4. desember skipar Kappingarráðiðfyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum. Evnið á ráðstevnuni er kapping á smáum marknaðum.
Her verður fokus sett á tær serligu avbjóðingar, sum eru fyri at røkka virknari kapping í einum lítlum marknaði.
- Vanlig eyðkenni á smáum marknaðum, er stór miðsavning, natúrligar monopolstøður og ofta høgir prísir. Endamálið við ráðstevnuni er at lýsa nærri, hvussu smáir marknaðir virka og hvørji átøk ber til at gera, fyri at styrkja ta virknu kappingina, skrivar Vinnuhúsið á sínari heimasíðu.
Ráðstevnan tekur støði í trimum evnum, ið á hvør sín hátt snúgva seg um virkna kapping:
· Jóannes Jacobsen, búskaparfrøðingur, fer at lýsa búskaparliga ástøðið, sum hevur at gera við regulering av vinnuligum marknaðum, eitt nú ástøðið um fulkomna kapping, monopol og duopol.
· Karin Lunning frá svenska kappingareftirlitinum, fer at lýsa tær royndir, sum eru í Svøríki, har almennir aktørar virka á kappingarmarknaðum.
· Pál Gunnar Pálsson frá íslendska kappingareftirlitinum, heldur fyrilestur um íslendsku royndirnar við virknum kappingarpolitikki.