Vilja eiga steypið

Í vár vann Stjørnan FM-steypið til ognar. Vinnur liðið finaludystin legyardagin, eiga tær eisini Coca Cola-steypið

Hondbóltur

 

Tað er eingin ivi um, hvat stóra kvinnuliðið í landinum hevur verið seinnu hondbóltsárini.

Stjørnan tók eitt rimmarfet upp móti tindunum, tá tær í 1999 knýttu sterkar jugoslaviskar spælarar at liðnum, og síðani hava tær reyðu støðugt verið partur av føroyska hondbóltsoddinum. Partvíst takkað verið útlendskum profilum men so sanniliga eisini takkað verið eini sterkari lokalaru stammu.

Finalan leygardagin er soleiðis sætta finalan á rað hjá liðnum, og hetta gevur teimum ein fyrimun, sigur Durita Ljósstein, sum er ein av lokalu spælarunum á liðnum.

- Tað er helst ein fyrimunur. Vit vita í øllum førum, hvussu karmarnir eru, tí har er nógv trýst og nógvir áskoðarar.

Men tit taptu móti Tjaldri fyri bara eini viku síðani. Hvat riggaði ikki tá, sum tit skulu fáa at rigga hesaferð?

- Verjuparturin var fínur, og vit hildu teimum á 22 málum. Hinvegin fingu vit slettis okkara vanliga so sterka kontraspæl at koyra, og vit sum skuldu hótta við skotum, høvdu heldur ikki ein góðan dag, so har eru nøkur ting, sum skulu rættast.

Fleiri ferðir er sagt, at tit sjálvar eru tykkara størsti fíggindi. Er tað so, at tit í nøkrum førum taka ov lætt upp á uppgávuna?

- Nei, slettis ikki. Eg haldi avgjørt, at vit hava nógvar truplar dystir, og kappingin í ár er rættiliga sterk. Tað er kanska frekt at tosa um nakrar lættar dystir, men einastu dystirnar, sum vit eru slopnar hampuliga lætt ígjøgnum, er móti Kyndli. Tjaldur, Neistin og VB hava heilt sterk lið, og móti StÍF hava vit tað altíð trupult. So tað er avgjørt ikki so, at vit undirmeta nakran. Og tað gera vit heldur ikki leygardagin, sigur Durita.

Vinna tit steypið leygardagin, eiga tit tað eisini. Er tað nakað, sum tit hugsa um?

- Tað er tað sjálvandi. Fyrst og fremst vilja vit sjálvandi vinna finaluna. Men nú vunnu vit FM-steypið til ognar í vár, og sjálvandi vilja vit eisini fegnar hava fatur á hesum steypinum. Tað merkja vit eisini, at fólk kring felagið vóna, og so ræður bara um hjá okkum at stríðast nóg hart fyri at røkka hesum, sigur Durita Ljósstin.