Vilja flyta almennar stovnar út á bygd

Grundgevingin um, at tað er eitt afturstig fyri tænastuna at ein stovnur er á bygd, kann ikki brúkast longur

Fleiri almennir stovnar eiga at verða fluttir úr Havnini, út á bygd.

 

Tað halda teir tríggir tinglimirnir í andstøðuni, Bill Justinussen úr Miðflokkinum, Kári P. Højgaard úr Nýggjum Sjálvstýri og Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum.

 

Teir hava nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at landsstýrið skal kanna, hvussu almennir stovnar kunnu flytast úr Havnini, og teir skulu serliga flytast í øki, har fáir ella eingir almennir stovnar eru í dag.

 

Teir staðfesta, at orsøkirnar til at stovnar eru lagdir í Havn, eru fyrst og fremst søguligar, tí tað hevur verið neyðugt at havt teir beint við landsstýri og Løgting. 

 

– Grundgevingarnar fyri at halda fast um avgerðina at lata almennar stovnar húsast í høvuðsstaðnum hava verið rímiliga góðar, so leingi sund og firðir hava skilt oyggjarnar.

 

– Men seinnu árini er samfelagið broytt á nógvum økjum. Sund og firðir skilja nú ikki longur meginøkið, har 90 prosent av fólkinum býr. Samstundis gongur tøkniliga menningin við óskiljandi ferð og nú er einki til hindurs fyri, at fólk úr øllum heimsins herðashornum sita á sama fundi á alnetinum og uttan at flyta seg úr sínum skrivstovustóli.

 

– Nú halda grundgevingarnar ikki longur um, at tað fer at ganga út yvir tænastuna og effektivitetin, at ein almennur stovnur verður lagdur uttan fyri høvuðsstaðin.

 

– Høvuðsstaðurin hevur í mong ár notið gott av hesum mongu vælútbúnu starvsfólkum, sum arbeiða á almennu stovnunum. Hesi fólk ríka frítíðar-, mentanar- og felagslív við síni vitan og sínum gávum, men tey eru eitt tilfeingi, sum fleiri onnur øki í landinum kundu fingið gleði av og sum saknast nógvastaðni.

 

– Fíggjarliga eru hesi arbeiðspláss eisini ein vinningur fyri tað økið, har tey verða skattað, men eisini her hevur høvuðsstaðurin sín stóra fyrimun, tí lønirnar í almennum størvum, eru bæði høgar og tryggar, og kasta tí nógv av sær í kommunukassan.

 

Teir tríggir tinglimirnir vísa á, at í okkara grannalondum, eru tey farin at leggja almennar stovnar uttanfyri høvuðstaðin, tí tey halda, at tað fer at styrkja økini kring landið.

 

Teir ætla ikki, at allir stovnar skulu flytast út á bygd, men at kanna, hvørjar stovnar, tað ber til at flyta

 

– Vit eru ikki í iva um, at ein slík ætlan, sum so stigvíst verður verksett, kemur at gagna øllum tí føroyska samfelagnum, og at vit fara at fáa einar fjølbroyttari og sterkari Føroyar, siga teir.