Klaksvíkingar arbeiða nú við eini ætlan um at gera eitt sjósavn undir sjónum í Klaksvík.
Hetta upplýsa tingfólkini, Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum og Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum.
Hetta kemur fram, nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir um at tað almenna skal lata fíggjarligan stuðul til eitt sjósavn í Klaksvík.
Men tað mæla tey í samgonguni frá, tí tey vísa á, at farið er longu undir arbeiðið at gera eitt rættiligt sjósavn í Føroyum. Tað er á Argjum og ætlanin er nú at byggja tað munandi út.
Men í sambandi við viðgerðina hava umboð fyri Sjómannadagin í Klaksvík upplýst Løgtinginum um, at tey arbeiða við eini rættiliga slóðbrótandi ætlan um eitt sjósavn undir sjónum á Borðoyarvík.
Tey halda, at tað kann verða eitt sera áhugavert stað hjá frítíðarkavarum, har gomul skip longu eru, og verða søkt.
Samstundis er ætlanin at leggja ein tunnil úr glasi út í sjógvin fram við taraskógnum á einum ávísum øki, til fólk at ganga í, soleiðis at tey eisini kunnu síggja lívið undir vatnskorpuni.
Í løtuni verður kannað, hvussu hetta kann lata seg gera, og hvat tað kostar.
Jógvan á Lakjuni og Bjørn Kalsø halda, at heta er eitt ógvuliga spennandi hugskot og heita tí á Landsstýrið um at stuðla eini slíkari ætlan figgjarliga.
Teir vísa á, at í fyrstu syftu er brúk fyri 300.000 krónur til fyrireikandi kanningarnar.