Vilja hava 800 fleiri KT-fólk

KT-felagið ynskir at allar framtíðar KT-uppgávur verða gjørdar í Føroyum.

- Ein kanning hjá KT-felagnum vísir, at KT-fólk umboða 1% av samlaðu arbeiðsstyrkini í Føroyum, svarandi til gott 200 fólk. Í hinum norðanlondunum er tilsvarandi talið av KT-fólkum umleið 5%. Um Føroyar vilja vera á sama støði sum okkara grannalond, verður tørvur á 800 fólkum afturat í føroysku KT vinnuni komandi árini.


Tað skrivar KT-felagið í dag, ið heitir á politikarar um at leggja lunnar undir eini størri KT-vinnu í Føroyum.


Sum støðan er nú, so metir felagið, at føroyska samfelagið er ov lítið talgilt, og at ov nógv arbeiði verður gjørt av útlendingum.


- Einvegin kann sigast, at føroyska KT-vinnan er ótrúliga effektiv, men hinvegin gevur lága talið av KT-fólki okkum eisini eina ábending um, at føroyska samfelagið er minni talgilt enn tað kundi verið. Ein lutfalsliga stórur partur av kunningartøkniligu virðisøkingini liggur uttanlands heldur enn í Føroyum, og vit skapa í alt ov lítlan mun loysnir, sum verða seldar uttanlands og brúktar í altjóða høpi.


- Størv, sum áttu at verið í Føroyum, liggja sostatt uttanlands. Og førleikar sum kunnu styrkja føroyska samfelagið eru somuleiðis uttanlands. Uttan fólk ber ikki til hjá KT-vinnuni at styrkja siðbundnu vinnurnar, at gera tað almenna effektivari og vera við til at menna heilt nýggjar vørur, tænastur og vinnuvegir.


Hendan støðan er sambært felagnum ikki haldbar, og heitir felagið tí á politikarar um at seta tiltøk í verk, ið kunnu menna vinnuna.


- Stundin er komin hjá føroyingum at gagnnýta hetta. Lutfalsliga lítla støddin á Føroyum er í veruleikanum ein fyrimunur. Vit eru fim, flytfør og duga nógv ymiskt. Júst tað, sum tørvur er á í dagsins samfelag.


Felagið setir fram trý greið ynskir, ið skulu broyta støðuna. Tað fyrsta er, at føroyska samfelagið má útbúgva fleiri KT-fólk í Føroyum.


Harnæst er neyðugt at raðfesta íløgur í KT-loysnum. Tað inniber, at man vil seta nokk av peningi av til íløgur í nógvar smáar KT-verkætlanir, sum betra almennar tænastur og minka kostnaðin hjá tí almenna.


Síðsta ynskið hjá felagnum er, at allar KT-verkætlanir, sum verða goldnar av føroyska skattgjaldaranum, í høvuðsheitum skulu mennast og rekast í Føroyum. Útlendskar fyritøkur kunnu eisini vera við, men føroyskar KT-fyritøkur skulu vera høvuðsveitarar, so førleikarnir verða mentir her.