Vilja hava almennan stuðul til risastóra høll í Havn

Málið er nú lagt fyri fíggjarnevndina hjá Løgtinginum

Løgtingið skal nú taka støðu til um landskassin skal lata stuðul til at byggja eina risastóra høll í Havn. Ætlanin er at byggja eina risastóra høll við Stórutjørn og hendan høllin skal bæði kunna hýsa altjóða dystum í hondbólti, flogbólti, og øðrum ítrótti, umframt konserttum og mentanarligum tiltøkum av øllum handa slagi. Høllin skal eisini vera ein partur av tilbúgvingini, tí hendir ein vanlukka, kann høllin hýsa einum stórum tali av fólki, eisini hvat viðvíkur matgerð, wc, brúsum. o.s.fr.

 

Høllin kostar slakar 218 milliónir, umframt mvg og Tórshavnar býráð hevur bundið seg til at lata helvtina í stuðuli. Ætlanin at at restin skal fíggjast úr landskassanum, frá fyritøkum og úr grunnum av ymsum slagi.

 

Tey vænta 4,5 milliónir um árið í leiguinntøkum og høllin kostar 3,5 milliónir um árið at reka, men harumframt skal ein hálv millión setast av um árið til ábøtur.

 

Og nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, er málið so lagt fyri fíggjarnevndina hjá Løgtinginum at taka støðu til.

 

Tað er ein sjálvognrstovnur, sum skal reka høllina. Fimm limir verða í nevndini og har velur Tórshavnar býráð tveir limir og Vinnuhúsið ÍSF og Visit Faroe Islands, velja hvør sín nevndarlim.