Valstríðið í almennu fjølmiðlunum er av og til valið er av í kvøld hoyra vit ikki meira til valevnini.
Tosið um ríkisfelagsskapin hevur fingið góða rúmd í valstríðnum og onkur heldur uttan iva, at tað hevur fingið í so góða rúmd.
Men tað er tó ikki uttan orsøk - tað vísir veljarakanningin hjá Sosialinum. Har er niðurstøðan, at ikki minni enn sjeyndi hvør føroyingur vil hava broytingar í ríkisfelagsskapinum.
Umleið 27 prosent vilja hava at Føroyar skulu loysa frá Danmark, meðan heili 43 prosent vilja hava at vit skulu hava økt sjálvstýri innanfyri ríkisfelagsskapin.
Tá hugsað um hvussu nógv hevur verið tosað um ríkisfelagsskap, bankamál og dómarakanning seinastu árini, so koma hesi tøl neyvan sum ein bumba fyri nakran.
Tað, sum hinvegin kanska er mest at undrast yvir er, at 22 prosent av føroyingum vil hava, at heimastýrislógin skal halda fram ella at vit skulu hava tættari tilknýti til Danmark.
Hetta svarar til at fimti hvør føroyingur heldur at skulu vit broyta nakað við heimastýrislógini, so skal tað verða soleiðis at bondini landanna millum verða tættari knýtt.
Men tølini omanfyri siga rímuliga greitt, at tað føroyingar ynskja er okkurt sum liggur á leið við sjálvstýrislógina hjá Javnaðarflokkinum ella samríkislógina hjá Fólkaflokkinum.
Breið undirtøka
Hyggja vit eftir hvussu veljararnir hjá teimum ymsu flokkunum hava svarað uppá spurningin, so síggja vit, at meirilutin í øllum flokkum, uttan í Tjóðveldisflokkinum og í Sambandsflokkinum, vil hava økt sjálvsstýri innanfyri ríkisfelagsskapin.
Av fólkafloksveljarunum vilja uml. 24 pst. hava loysing, meðan 51 pst vilja hava økt sjálvsstýri.
Í Javnaðarflokkinum er býti tað, at bert 7 pst. vilja hava loysing, meðan 58 pst. vilja hava økt sjálvstýri.
Veljarar Sjálvstýrisfloksins hava eisini eina greiða meining um hetta má. Her siga 60 pst. at tey vilja hava økt sjálvstýri, meðan bert 20 pst vilja hava loysing.
Miðflokkurin, sum er tann seinasti, sum sambært veljarakanning fær umboð á tingið er ógvuliga líkur Sjálvstýrisflokkinum í so máta, góð 20 pst. fyri loysing, meðan uml. 60 pst. vilja hava økt sjálvstýri.
Sambandsveljarar spjaddir
Teir báðir Tjóðveldisflokkurin og Sambandsflokkurin eru eitt sindur uttanfyri í eini tílíkari støðu, tí teirra flokspolitiska fráboðan er rímuliga greið, men tað sær út til, at kjaki hevur ávirka sambandsveljararnar.
Tí sambært kanning okkara so vil triði hvør sambandsveljari nú hava økt sjálvstýri innanfyri ríkisfelagsskapinum, meðan stórt sæð sama nøgd vil hava at heimastýrislógin skal halda fram.
Tað vil siga, at sambandsveljararnir standa nógv meira spjaddir nú enn fyrr. Flokkurin gongur fyri at verða sera konservativur tá tað kemur til at broyta heimastýrislógina, men tað sær út til at veljarar floksins hava eina aðra fatan av tí.
Hjá Tjóðveldisflokkinum er støðan meira greið.
Har siga uml. 80 pst. av veljarunum, at Føroyar skulu loysa frá Danmark, meðan 15 pst. heldur at vit skulu hava økt sjálvstýri.
Í dag avgera vit samansetingina
Hvat úrslitið verður av framtíðar broytingum er ikki gott at siga, men í dag avgerða vit hvørjir teir politikarar vera, sum okkara vegna skulu inn at viðgera hetta mál, sum kann fáa sjálvt tann mest góðsinta mannin at leypa úr sínum góða skinni.
Tá tingið er manna og landsstýrissamgonga skipað so fáa vit at síggja um nakað ella einki spyrst burturúr øllum tí, sum hevur verið sagt undir hesum valstríðnum.
Eitt er tó vist.
Politikararnir - og tað viðvíkur bæði gomlum og nývaldum - hava skyldu til at gera tað besta - landið og fólkið at gagnið. Men hvat tað er eru ymsar meiningar um.