Vilja hava Cliff Richard at boykotta Føroyar

Fólk, sum eru ímóti grindadrápi, venda sær nú til heimskenda sangaran

Fólk, sum eru ímóti grindadrápi, vilja nú hava Cliff Richard at boykotta Føroyar, og at lata vera við at koma til Føroya at halda konsert, fyrrenn vit eru givin at drepa grind.

 

Cliff Richard skal annars spæla á Summarfestivalinum í summar, men nú hava tey stovnað ein bólk á Facebook, ið onkur, ið kallar seg Stop Dolphin Slaughter stu'lar og har heita tey alment á Cliff Richard um ikki at koma til Føroya.

 

Umhvørvisfólkini vísa á, at í øldir var grindadráp neyðugt fyri at liva í Føroyum, men nú á døgum er tað ein avoldaður, blóðugur ítróttur, har hvalir verða riknir a land og dripnir við knívum, tí tað er gomul siðvenja.

 

Tey vísa eisini aftur, at talan kann vera um at útvega mat, tí grind eru so heilsuskaðilig, at hon er ikki mannaføði. Tí er rætt og slætt talan um ein blóðugan ítrótt, siga tey.

 

- Vit heita blídliga á Sir Cliff Richard um ikki at lata hesa óbótagerð verða óátalaða, men at gera tað rætta og ikki at fara til Føroya, fyrrenn vit eru givin hesi ráu siðvenju, tað er at drepa grind, siga tey.