Vilja hava eina endaliga avgerð um bummgjald

Tinglimir í samgonguni vilja hava Henrik Old at leggja uppskot fyri Løgtingið um bummgjaldið í Vágatunlinum og Norðoyatunlinum

 

Henrik Old, landsstýrismaður skal leggja uppskot fyri Løgtingið, sum skal staðfesta, um vit framvegis skulu rinda bummgjald fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin, tá ið lánini eru afturgoldin

 

Og tað skal landsstýrismaðurin ger skjótt.

 

Tað mæla umboðini hjá samgonguni í Rættarnevndini hjá Løgtinginum, Kristin Michelsen og Ingolf S. Olsen til, og tað sama ger Sonja Jógvansdóttir, sum er tingkvinna í sjálvdrátti og sum eisini er limur í rættarnevndini.

 

Og Henrik Old sigur, at tað er ikki óhugsandi, at hann fer at gera tað.

 

Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka bummgjaldið, men at leggja avgjald á bensin og diesel ístaðin fyri at varðveita inntøkurnar.

 

Tað taka tey trý tingfólkini ikki undir við.

 

Tey vísa á, at landsstýrismaðurin arbeiðir við at gera eina samhaldsfasta skipan, sum javnsetir ferða- og flutningskostnaðin kring landið, og tað eigur hann at fáa frið til hetta uttan at Løgtingið blandar seg upp í

 

Tey ásanna kortini, at tað er stór ósemja um, hvat ætlanin var við bummgjaldinum.


Tey trý siga, at eftir tí skrivliga tilfari, sum er til taks, tilfari, ber illa til at staðfesta, júst hvat semja var um í sambandi við bummgjaldið.

 

Summi eru sannførd um, at brúkaragjaldið bara skuldi fíggja lánini, og onnur eru sannførd um, at eisini almenni partapeningurin skuldi fíggjast við brúkaragjaldi.


 

– Hetta stríðið er tyngjandi fyri álitið ímillum fólk og lóggávuvald, serliga fyri tey, ið javnan ferðast ígjøgnum tunlarnar og gjalda fyri tað, siga Kristin Michelsen, Ingolf S. Olsen og Sonja Jógvansdóttir.

 

Tí mæla tey til, at landsstýrismaðurin skjótt leggur uppskot fyri Løgtingið, sum skal staðfesta, um brúkaragjald framhaldandi skal vera fyri at koyra ígjøgnum tunlarnar, tá lánið er goldin, og um so er, hvussu brúkaragjaldið so skal vera.

 

– Tað er eingin ivi um, hvat tunnilsfeløgini sjálvi hava hildið, at tunlarnir skuldu handast landinum, tá lánini vóru goldin, og at brúkaragjaldið helt uppat tá, leggja tey afturat.

 

Tey sipa til, at bummgjøldini hava verið lagað til eina afturgjaldingartíð upp á 15 ár, og tað hevur politiska skipanin ongantíð funnist at.

 

Henrik Old sigur, at tað er ikki óhugsandi, at hann fer at leggja eitt slíkt uppskot fyri Løgtingið, men at hetta er ein spurningur, hann skal viðgera í samgonguni fyrst.

 

Hann vísir á, at arbeitt verður við eini ætlan um eina aðra skipan, men at tað er ógvuliga umfatandi og torgreitt at finna eina skipan, ið er so rættvís sum til ber.