Vilja hava fleiri ferðafólk úr Amerika

Tá Peter Greenberg, ferðakønur hjá CBS News í Amerika, millum annað nevndi Føroyar, sum eitt tað mest spennandi landi at vitja í 2018, hoyrdu 3.000.000 amerikanarar um Føroyar. Ferðavinnan er vaksandi, og áhugin í Føroyum er eisini vaksandi í londum uttan fyri Evropa. Lond so sum Amerika, Avstralia og fleiri lond í Asia.

 

 

 

Talið av miðlum, sum tilnevna Føroyar sum eitt av heimsins mest spennandi ferðamálum, sær bara út til at vaksa. Í nøkur ár hava fleiri av heimsins størstu fjølmiðlum umrøtt Føroyar í hesum høpi. 

 

 

Ein av føroysku fyritøkunum, ið hevur sett sjóneykuna á vaksandi áhugan fyri Føroyum í Amerika er fyritøkan Heimdal Tours, sum í komandi viku skal umboða Føroyar á størstu ferðaframsýningini í Norðuramerika, New York Times Travel Show, sum verur í New York 26.-28. januar.

 

 

Á New York Times Travel Show luttaka 560 fyritøkur umboðandi 170 lond innan ferðavinnu úr øllum heiminum, og fyriskipararnir vænta á leið 30.000 vitjandi hetta vikuskifti. Heimdal verður einasta umboð úr Føroyum.

 

 

David Whale, ið saman við Tummas Rubeksen eigur og rekur Heimdal Tours, sigur, at teir vænta, at áhugin fyri Føroyum fer at vaksa, eftir at teir hava varpað ljós á Føroyar á størsta og best umtóka ferðavinnutiltaki í Norðuramerika.

 

 

Upprunaliga var ætlanin at fara til eitt ferðavinnutiltak í Nuuk, men av tí at David og Tummas samstarva við eina ferðavinnufyritøku í Avstralia, sum vitjaði New York Times Travel Show síðsta ár, so kannaðu teir møguleikan fyri at luttaka, og valdu at royna.

 

 

Heimdal Tours hevur fingið fíggjarligan stuðul frá NORA, tí fyritøkan samstarvar við íslendsku fyritøkuna, Arctic Exposure, ið selur photography tours ella myndatøkuferðir.

 

 

– Av tí at vit eru einasta umboð fyri Føroyar, so vænti eg, at vit fáa nógv uppmerksemi á tiltakinum, tí áhugin er longu stórur, sigur hann og greiðir frá, at teir báðir serliga leggja seg eftir at vísa smáum ferðaliðum oyggjarnar á ein øðrvísi hátt.

 

 

– Vit hava ongantíð fleiri enn 10 fólk í einum bólki, tí tað er umráðandi, at túrnarnir verða persónligir, upplivingarnar serstakar og at vit vanda okkum væl um føroysku náttúruna, sigur hann.