Flestu íslendingar vilja hava Ólaf Ragnar Grímsson at halda fram sum forseti Næsta ár verður forsetaval í Íslandi, men longu nú er greitt, at tey flestu vilja hava verandi forsetan, Ólaf Ragnar Grímsson, at halda fram í embætinum.
Ein kanning í Fréttablaðnum vísir, at 64,5 prosent av teimum spurdu vilja hava forsetan at halda fram, og at 33,5 prosent vilja hava ein annan.
Kanningin vísir, at Ólafur Ragnar Grímsson er heldur betur umtóktur millum kvinnur enn menn, men at hann er væl umtóktur um alt landið.