Vilja hava Kaj Leo til løgmann

Sambandsflokkurin er rættiliga altráður eftir at fáa løgmann hesuferð Sambandsflokkurin hevur rættiliga sett sær fyri at fáa løgmann hesuferð.

Tað vilja keldur innaliga í sambandsleguni vera við.

Hóast samgongusamráðingarnar enn ikki eru komnar so langt sum til at tosa um málsøki av álvara, skilst, at Sambandsflokkurin rættiliga hevur sett sær fyri at gera krav upp á løgmann hesuferð og at hetta er nakað, sum flokkurin fer at leggja rættiliga stóran dent á.

Sambandsflokkurin slepti løgmanni í seinastu ABC samgonguni og keldur okkara siga, at sum størsti flokkur í samgonguni, kann hann illa loyva sær at sleppa løgmanni einaferð afturat ? í øllum førum uttan at fáa okkurt heilt munagott afturfyri.

Serliga hevur Sambandsflokkurin fingið smakk fyri løgmanni, eftir at Jóannes Eidesgaard sjálvur hevur váttað, at hann ikki frammanundan samráðingunum ikki ger krav upp á at halda fram sum løgmaður og at tann sessurin er líka opin sum allir aðrir.

Endar tað við, at Sambandsflokkurin fær løgmann, verður tað formaður floksins, Kaj Leo Johannesen, sum fær álitið.

Vit hava verið í samband við politiskar keldur í teimum trimum samráðingarflokkurin og tey siga, at hóast tey enn ikki eru farin at býta málsøki, skerst ikki burtur, at ymsir bóltar hava verið í luftini.

Fær Kaj Leo Johannesen løgmanssessin, er ein góður møguleiki fyri, at Jóannes Eidesgaard endar í Albert Hall sum nýggjur landsstýrismaður í fíggjarmálum. Tað er eitt starv, hann hevur roynt fyrr í ringu kreppuárunum tíðliga í nítiárunum.

Ì politiska umhvørvinum verður eisini gitt, at Sambandsflokkurin fær fiskivinnumál at umsita og at tað verður Johan Dahl, sum sleppur at royna seg eina ferð afturat.

Hinvegin kann tað saktans henda, at Jørgen Niclasen fær møguleikan sum nýggjur landsstýrismaður í uttanríkismálum, tí hann hevur altíð sæð nakað stórt í at vit hava eitt uttanríkisráð.

Annars verður gitt, at Fólkaflokkurin fær mentamál og at ætlanin er at seta Anniku Olsen í tann sessin og at Helena Dam á Neystabø heldur fram sum landsstýriskvinna í løgmálaráðnum.

Ein annar møguleiki, sum er nevndur, er at Hans Pauli Strøm heldur fram, sum landsstýrismaður í almanna-og heilsumálum, men tað er heldur ikki ósannlíkt, at Almanna- og heilsumálaráðið verður býtt sundur í tvey, so at Sambandsflokkurin fær annað av teimum fyri at styrkja javnvágina í landsstýrinum og at Rósa Samuelsen kundi verið eitt gott boð upp á tann sessin.

Men so vera tað níggju landsstýrisfólk aftur ímóti teimum átta, sum eru nú.

Hinvegin hava røddir í Javnaðarflokkinum verið frammi um at fáa yngri kreftir framat fyri at styrkja tey í politiska landsslagnum og tí kann tað saktans henda, at tað verður rúm fyri Aksel V. Johannesen úr Klaksvík, í onkrum landsstýrissessi.

Hinvegin kundi Fólkaflokkurin eisini væl hugsað sær vinnumálini aftur og eitt navn, sum verður nevnt í tí sambandi er at seta Kitty May Ellefsen í tann sessin.