Í løtuni eru tað 10 prosent av føroyingum, sum spæla fótbólt. Men tað talið skal hækkast upp í 15 prosent. Tað er endamálið við eini trý ára verkætlan, sum Fótbóltssambandið í Føroyum, FSF, nú fer undir í samstarvið við evropiska fótbóltssambandið, UEFA.
Í tí sambandi leitar FSF nú einum fólki sum burturav skal hava til uppgávu at geva øllum føroyingum møguleika at spæla fótbólt. FSF sigur, at hetta er eitt stórt og og søguligt frambrot fyri fótbólt í Føroyum, størsti dendur skal leggjast á at geva børnum kring landið møguleika at spæla fótbólt, og somuleiðis skal dentur leggjast á at halda teimum til.
Tann, sum skal átaka sær hesa uppgávuna, skal vera útvendur, hava gott hugflog, og viðkomandi skal tora at taka avgerðir, tí nógv av starvinum er í sjálvdrátti. Men hóast arbeiðið er í sjálvdrátti, fer FSF kortini at vera ein hollur stuðul
FSF sigur, at í løtuni eru 4.800 virknir fótbóltsleikarar í Føroyum, bæði kvinnur og menn, ung og gomul og tey eru upp aftur fleiri, sum fylgja við og eru virkin í feløgunum kring landið á annnan hátt.