Vilja hjálpa heimlandinum

-hjørtu okkara bløða

Støðan í suðuramerikanska landinum Peru er versnað seinastu vikurnar, og norðurparturin av Peru er í undantaksstøðu av ógvusliga regninum. Miðlarnir skriva um fólk, sum eru fangaði á húsartekjum og um býir sum er fullkomuliga lammaðir, greiðir Anita Joensen úr Peru frá, sum saman við øðrum peruvianskum kvinnum í Føroyum savnar pening inn til heimlandið

 


- Meginparturin av fólkinum, sum eru rakt av ógvusligu støðuni eru fátøk. Tey hava mist alt sum tey eiga, og eru uttan elektrisitet og enntá drekkandi vatn. Heldur ikki er møguligt at ferðast í gjøgnum landið, tí vegirnir eru oyðilagdir av nógva vatninum. Brýr eru niðurdotnar, tí stóru áirnar hava brotið byrgingirnar, og dýr so sum kýr og grísar eru skolaði uppá á strondunum, eftir at áirnar hava tikið dýrini við sær. Hjálpin sum fólkið fær kemur frá flogførum og tyrlum ella frá hernaðarskipum, sigur Anita Joensen.

 

 

- Hetta er ræðuligt fyri okkum, sum búgva her í Føroyum. Vit fylgja væl við í tíðindunum hvønn dag, og síggja hvussu kaotisk støðan er. Fólkið er í vónloysi, og biðja um hjálp, mat og vatn. Í fleiri fjarstøddum bygdum, sum eru umgirdar av vatni, setur fólkið í bygdunum lívið í vanda, tá tey fara yvir um áirnar at leita eftir onkrum til matna. Hjørtu okkara bløða teirra vegna, sigur Anita Joensen.

 

 

Hon leggur afturat, at enn eru nógv sum tørva hjálp, og tí vónar hon at føroyingar eisini vilja kunna seg um støðuna í Peru og hjálpa henni og hinum peruviansku kvinnunum at hjálpa.

 

 

Les meir um Anitu Joensen og átakið hjá henni og peruviansku kvinnunum í Føroyum, í Sosialinum mánadagin.