Longu áðrenn bankafrágreiðingin varð almannakunngjørd tók Fíggingargrunnurin stig til at fáa eina løgfrøðiliga meting av í hvønn mun grunnurin hevur ábyrgd at taka stig, hvørji stig hann kann taka og hvussu grunnurin løgfrøðiliga vil meta um frágreiðingina.
Hetta arbeiðið er gjørt og varð lagt fyri nevndarfundin í Fíggingargrunninum í Havn fríggjadagin. Síðani hava grannskoðarar hugt eftir endurgjaldskravinum, lutvíst uppsetingini av tí og støddini.
Út frá hesum hevur grunnurin gjørt eina frágreiðing, sum er latin løgmanni.
Knud Heinesen og næstformaðurin í grunninum, John Danielsen høvdu fund við løgmann um vikuskiftið, har hesir spurningarnir vórðu viðgjørdir.
Knud Heinesen sigur við Sosialin, at tað í síðsta enda er upp til løgmann, landsstýrið og helst eisini løgtingið, um tað er ynskiligt, at grunnurin skal vera við í hesum málinum, ella um ein ynskir at eygleiða alt málið sum eina heild og sum eitt mál millum landsstýrið og stjórnina.
-Tað er nú upp til landsstýrið at gera av. Vit halda, at vit hava givið landsstýrinum eitt gott grundarlag fyri eini meting av spurninginum, men ein støðutakan í málinum er landsstýrisins borð.
Knud Heinesen sigur, at nevndin heldur ikki hon skal fyritaka sær nakað sum helst mótvegis Den Danske Bank uttan hetta er eitt ynski frá landsstýrinum.
Knud Heinesen sigur seg ikki kunna siga, hvussu hann heldur alt hetta málið best kann verða loyst, tí tað er ein politiskur spurningur, sum landsstýrið má taka støðu til.
-Hetta er ein sak, sum snýr seg um nógvar milliónir, og eg haldi, at tú setir kílar í slíkt mál, um tú fer at tosa alment um hetta, sum vit hava latið landsstýrinum.
Í parti við Føroyum
-Tað hevur oftani verður spurt, hvørjum parti Fíggingargrunnurin og tess formaður er í - tí danska ella tí føroyska - hvussu er við Knud Heinesen!
-Í hesi sakini røkja vit føroysk áhugamál. Tað er sjálvandi eitt sindur ymiskt frá øðrum málum, sum grunnurin hevur havt við at gera. Grunnurin hevur tveir stovnarar, lutvíst landsstýrið og donsku stjórnina. Men í hesi sakini er eingin ivi, hvønn part grunnurin stuðlar. Grunnurin hevur mist pengar við hesum partabrævabýtinum og í seinasta enda er tað føroyska fólkið, sum hevur verið fyri einum tapi. Tí heldur grunnurin, at hann hevur skyldu til at hjálpa landsstýrinum so gott sum vit nú kunnu tað og í tann mun landsstýrið ynskir tað.
Knud Heinesen sigur, at hetta málið fevnir um tveir partar. Ein, sum snýr seg um viðurskiftini til Den Danske Bank og tað endurgjald, sum fæst frá honum. Tað er tann sakin, sum grunnurin er partur í og sum grunnurin skal taka sær av. Hvat annars er millum landsstýrið og stjórnina av politiskum spurningum viðkemur ikki grunninum. Tað mugu politikarnir taka sær av.
Mugu betra viðurskiftini
Hvussu metir persónurin Knud Heinesen støðuna millum Føroyar og Danmark frá síðulinjuni?
-Eg haldi, at báðir partar, bæði Føroyar og Danmark áttu at fegnast um, at vit hava fingið eina sera vælgjøgnumarbeidda og professionella frágreiðing frá kanningarnevndini. Eg havi sæð nógvar slíkar kanningar, men hetta er ein av teimum bestu.
Knud Heinesen vónar, at tað eftir hetta ber til at fáa landsstýrið og stjórnina at finna eina loysn á trupulleikuunum, soleiðis at tað ber til at bøta um viðurskiftini innan ríkisfelagsskapin. -Tað er harðliga
tiltrongt at betra hesi viðurskifti.
Krevur skjóta loysn
Knud Heinesen heldur annars, at tað hevur týdning at fáa loyst bankamálið so skjótt til ber. -Tað er greitt, at hetta er ein stór sak, sum skal viðgerast væl og virðiliga, men tað hevur eisini týdning, at hon ikki dregur út.
Knud Heinesen metir eisini, at Den Danske Bank má verða hugaður fyri, at sakin fær eina skjóta loysn.