Fleiri fólk kappast um at gerast forsetavalevni hjá republikanarunum í USA til næsta val, men tað gongst illa hjá teimum at fáa fatur á veljarunum. Millum teirra, sum hava gjørt nógv burtur úr sær, eru Sarah Palin, fyrrverandi guvernørur í Alaska, og ríkmaðurin Donald Trump. Men í einari kanning, sum lærdi Quinnipiac-háskúlin hevur gjørt, siga 58 prosent av teimum spurdu, at tey fara ongantíð at atkvøða fyri Palin ella Trump.
Teir republikanararnir, sum fáa ta frægastu undirtøkuna, eru Mitt Romney og Mike Huckabee. Í kanningini fáa teir ávikavist 15 og 13 prosent.
Aðrir republikanarar, sum hava hug á forsetasessinum, eru Tim Pawlenty, fyrrverandi guvernørur í Minnesota, kongressmaðurin Ron Paul og fyrrverandi formaðurin í Umboðsmannatinginum Newt Gingrich, men teir eru langt aftanfyri.