Vilja halda fram at útihýsa Russland og Hvítarussland

Øll ítróttarsambondini í Norðurlondum eru púra avgjørd um at enn skulu Russland og Hvítarussland ikki sleppa upp í part aftur

Øll tey norðurlendsku ítróttasambondini hava verið saman í Oslo á felag norðurlendskum ítróttafundi í døgunum. Í hesum sambandi gjørdi Norðurlendski ítróttafundurin av, at senda eina felags yvirlýsing út í samband við, at røddir nú eru frammi um at lata ítróttarfólk úr Russlandi og Ukraina aftur vera við í altjóða kappingum.

 

Tað vilja norðurlendsku ítróttarsambondini ikki vita av. Tey siga, at russiska innrásin í Ukraina er groft brot á altjóða lóg og harafturat fer Russland nú at herða álopini. Og undir hesum umstøðum kann tað ikki góðtakast, at ítróttarfólk úr Russlandi og Hvítarusslandi, sleppa at vera við í altjóða ítróttarkappingum, siga norðurlendsku ítróttarsambondini. Tey leggja afturat, at tey eru avgjørd í síni støðu, tí hetta er ikki rætta løtan at umhugsa at lata tey sleppa upp í part aftur.

 

Samstundis heita tey á olympisku nevndina, paraolympisku nevndina og á øll, sum skipa fyri altjóða ítrótti um at vísa samhuga við ukrainska fólkinum og krevja, at tað verður friður aftur. Vit stuðla av fullum huga teimum, sum mæla til, at russisk og hvítarussisk ítróttarfólk ikki sleppa at vera við í altjóða kappingum, siga umboðini fyri norðurlendsku ítróttarsambondini.

 

Og tey, sum hava skrivað undir, eru ítróttarsambandið í Danmark, Finnlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki, Føroyum, Grønlandi og Álandi.