Tað sigur Føroya Náttúru- og Umhvørvisverndarfelag í tíðindaskrivi í kvøld:
FNU hevur latið fíggjarnevnd Løgtingsins hoyringssvar, har staðiliga verður mælt ímóti lógaruppskotinum at lækka partafelagsskatt fyri feløg, ið vilja leita eftir olju undir Føroyum.
Heimurin stendur longu í einari álvarsligari veðurlagskreppu, har vøksturin í CO₂-útlátinum hevur elvt til hækkandi hitastig, hækkandi havstøðu, og fleiri og ógvusligari náttúruvanlukkur kring allan heim.
Veðurlagsvísindin er greið: Skulu vit megna at avmarka hækkandi miðalhitan til at vera undir 1,5 stig, má heimurin steðga olju- og gassútvinningi skjótast gjørligt.
Oljan, sum liggur í undirgrundini, hevur verið goymd í nógvar milliónir ár. Verður hon tikin upp og brend eftir stuttari tíð, fer tað goymda CO₂ út í atmosferuna. Hetta órógvar CO₂ javnvágina, sum hevur tryggjað stabilar liviumstøður hjá menniskjum og náttúru í túsundtals ár.
At lækka skattin fyri at fáa eina føroyska oljuvinnu í gongd er tí bæði óskiljandi og ábyrgdarleyst.
Føroyar er millum lond í heiminum, sum hava hægst CO₂ útlát fyri hvønn íbúgva. Vit hava tí eina serliga ábyrgd at ganga undan í grøna orkuskiftinum. Men hetta uppskotið fer beint øvuta vegin.
Vit meta tað ikki haldbart at brúka arbeiðsmegi og íløgur í eina vinnu, sum bæði altjóða stovnar og vísindafólk ynskja skal minka so at siga niður í einki so skjótt sum til ber. Oljuboring við Føroyar fer at darva okkara møguleika at fremja grøna orkuskiftið, sum Føroyar longu hava bundið seg til í altjóða avtalum sum Paríssáttmálanum og ST-málinum um at vera koltvíiltisneutral í 2050.
Í uppskotinum verður m.a. ført fram, at føroysk oljuvinna kann gerast “burðardyggari” og “demokratisk”. Men slík tala kann illa skjiljast sum annað enn grønvasking, tí oljan verður ongantíð grøn. Heldur ikki gevur uppskotið meining búskaparliga, tí tað ganga nógv ár frá oljuleiting til veruliga framleiðslu, og tá verður eftirspurningurin eftir olju væntandi nógv minkaður.
Vit hava ikki ráð at spæla við framtíðina hjá komandi ættarliðum. Vit mugu heldur brúka kreftir og fíggjarligar møguleikar til at fremja eitt skjótt, skilagott og burðardygt orkuskifti. Tí mælir FNU frá at samtykkja uppskotið um at lækka skattin fyri oljuleiting, sigur FNU.