Vilja ikki sleppa at taka avgerðina sjálvar

Hetta kann føra við sær, at smærri kommunur fara ikki at klára seg í kappingini við tær størri kommunurnar

Samgongan í Løgtinginum tekur ikki undir við uppskotinum hjá Jørgeni Niclasen um at kommunurnar sjálvar skulu sleppa at gera av, hvussu stórur frádrátturin í kommunuskattinum skal vera.

 

Jørgen Niclasen hevur skotið upp, at hvør einstøk kommuna skal sjálv sleppa at gera av, hvussu stórur botnfrádrátturin í kommunuskattinum skal vera. Botnfrádrátturin er tann upphæddin, ein løntakari kann forvinna skattafrítt.

 

Í løtuni er tað er tað Løgtingið sum ásetir botnfrádráttin og nú er hann tann sami um alt landið, ella 30.000 krónur, men Jørgen Niclasen vil, at tær kommunur, sum vilja, skulu sleppa at hækka hann, tó í mesta lagi upp í 65.000 krónur, tí so er bornfrádrátturin í kommunuskattinum tann sami sum tann í landsskattinum.

Hann heldur, at hetta hevði verið ein skattalætti sum munar til tey við teimum heilt lágu inntøkunum.

 

Men tað heldur samgongan ikki. Umboðini fyri samgonguni í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum, sum er Ruth Vang, Pauli Trond Petersen, Kristin Michelsen og Hilbert Elisson, ásanna tað hevði verið kærkomið hjá kommununum at tær sjálvar kundi sett botnfrádrátin.

 

Men tey halda, at ein avleiðing av hesum kann verða, at tær smærru kommunurnar ikki fara at standa seg í kappingini um at draga fólk til sín.

 

Tey hava eisini fingið ta fatan, at áhugin hjá kommununum fyri sjálvar at áseta botnfrádráttin er avmarkaður og tí mæla tey Løgtinginum frá at samtykkja uppskotið.

 

Minnilutin í Fíggjarnevndini, sum er Bárður Nielsen, Jacob Vestergaard og Bill Justinussen, heldur tvørturímóti, at fingu kommunurnar hesa heimildina, kundi tað lætt um skattabyrðuna, serliga hjá teimun lægst løntu, sum bert rinda kommunuskatt, og tí ikki hava fingið ágóðan av teimum skattalættum, sum eru veittir seinastu árini.