Vilja kanna ein fyrimun sum fleiri túsund føroyingar hava

Rætturin hjá føroyingum at keypa tollfrítt á internetinum, og at keypa tollfrítt, tá ið vit eru uttanands, var nógv umrøddur á valfundi í gjár

Talið á føroyingum, sum keypa bíligar vørur á internetinum, er nógv vaksið hesi seinastu árini, og somuleiðis eru tað nógvir føroyingar, sum keypa bæði eitt og annað tollfrítt, tá ið teir eru uttanlands og ferðast.

Sum støðan er nú ber til at keypa á internetinum fyri 300 krónur uttan at rinda toll og mvg av tí.

Hetta hevur leingi verið sum ein steinur í skónum á handilsvinnuni, tí tey hava ført fram, at hetta er kappingaravlagandi. Tískil hava tey leingi heitt á politikararnar um at broyta reglurnar, soleiðis at handilsvinnan í Føroyum og møguleikarnir at keypa bíligt á internetinum, verða javntsett.

Og á veljarafundi í SMS í gjárkvøldið gjørdi politikarar úr fleiri flokkum greitt, at teir eru samdir í, at hetta er kappingaravlagandi og at hetta er ein spurningur sum eigur at vera tikin upp.

Teir eru kortini samdir um, at nethandilin er komin fyri at vera, men spurningurin er bara, hvørjar treytirnar skulu vera.

Og tá ið teir vórðu spurdir, hvør vil varðveita støðuna, soleiðis at rætturin at keypa fyri í mesta lagi 300 krónur, uttan at rinda toll og mvg, verður varðveittur vóru tað seks politikarar, sum rættu hondina upp.

Teir vóru Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, Djóni Nolsøe Joensen úr Javnaðarflokkinum, Kristina Háfoss úr Tjóðveldi, hervør Lützen úr Sjálvstýri, Rani Andrasson Skaalum úr Miðflokkinum og Árni Vitalis úr Føroyaflokkinum.

Christian Andreasen úr Fólkaflokkinum og Róaldur Jákupsson úr Framsókn halda, at málið eigur at verða tikið upp í síni heild fyri at javntseta føroyska handilsvinnuna og møguleikan at keypa á  internetinum og at keypa tollfrítt.

Teir halda, at hetta er ein trupulleiki sum má loysast.

Og eisini valevnini fyri sambandsflokkin, Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Miðflokkin og Føroyaflokkin, halda, at spurningurin eigur at verða tikin upp í síni heild.

Greiðast á máli var Christian Andreasen, tí hann vísir á, at í øðrum londum ber ikki til at keypa tollfrítt á internetinum og hann heldur, at tað er ein spurningur um tað ikki eisini eigur at verða avtikið her hjá okkum.

Árni Vitalis heldur, at handilsvinnan má laga seg eftir tí veruleika, sum er, men skal nakað gerast, kann tað vera at geva føroyskum handlum sama møguleika at selja fyri eina ávísa upphædd mvg frítt.

Djóni Nolsøe Joensen heldur, at hetta at keypa á netinum er ein góður møguleiki, serliga hjá fólki sum ikki eru so væl fyri fíggjarliga.

Johan Dahl og Kristina Háfoss eru av teirri greiði fatan, at tað er ikki politiskur vilji til at avtaka tollfría hámarkið, men tey vilja viðgera allan spurningin í síni heild.

Kristina Háfoss heldur, at tað er ikki hetta, sum ger um føroyska handilsvinnan yvirlivir ella ikki, men hon heldur, at tá ið vit viðgera hetta í síni heild, skulu vit eisini viðgera um tollfría markið og tollfría sølan liggja í rættari legu. 

Hinvegin halda Hervør Lützen og Rani Andrassson Skaalum, ikki, at broytingar skulu gerast yvirhøvur, tí tey halda, at skipanin er góð sum er.

Jákup Hans Heinesen úr Framtakinum staðfesti stutt og greitt, at tað, sum verður keypt úr Kina, er skrambul og ídnaðurin í Kina dálkar illa, so hann er ímóti øllum slíkum.