Vilja kanna fitnessfólk fyri doping

Anti Doping Danmark skal nú til Føroya.

Í morgun boðar Vælveru Fitness frá, at tey sum fyrsta venjingarmiðstøðin í Føroyum, hava gjørt samstarvsavtalu við danska dopingeftirlitið, Anti Doping Danmark

 

 

- Áhugin fyri fitness, bodybuilding og kappingum í hesum ítróttum er støðugt vaksandi, og tí halda vit tað vera umráðandi at seta fokus á doping og kunna serliga tey ungu um vandarnar, ið standast av doping, sigur Rune Petersen, stjóri í Vælveru Fitness, í tíðindaskrivi í dag.

 

 

Í fyrstu atløgu merkir samstarvið millum føroysku venjingarmiðstøðina og danska dopingeftirlitið, at ymiskir faldarar, skelti og annað verður at síggja í teimum tilsamans fýra miðstøðunum, sum Vælvera eigur og rekur.

 

 

- Hetta er fyri at gera limirnar varugar við, at vit eru ímóti doping og ynskja heilsugóða venjing – uttan dopingevni, sigur Rune Petersen, sum leggur afturat, at Vælvera Fitness eisini ætlar at upplýsa serliga teir ungu menninar um vansarnar við at brúka doping.


 

 

 

- Tað er eingin loyna, at tað finnast ungir dreingir í Føroyum eins væl og aðrastaðni sum eksperimentera við ymiskum dopingevnum fyri skjótari at kunna fáa tann kroppin, teir ynskja, men vit sum venjingarmiðstøð ynskja ikki at vera partur av slíkum, sigur Rune Petersen.

 

 

Nýggja samstarvsavtalan hevur við sær, at danska dopingeftirlitið hevur sent umsókn til myndugleikarnar í Føroyum um loyvi at gera dopingroyndir í Vælveru Fitness. Tá loyvið er fingið, kunnu umboð fyri dopingeftirlitið koma ófráboðað at gera dopingroyndir av limunum í venjingarmiðstøðini.