Vilja kanna møguleikan at gera tunnil undir Havnini

næstu viku verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at gera tunnil samanbinda Hvítanesvegin og Oyggjarvegin við tunli undir Havnini

Øðrvísi vegagerð

Møguleikin at gera tunnil undir Hoyvíkshagan í Havn, eigur at verða kannaður.
Tað halda tey bæði, Katrin Dahl Jakobsen og Kristian Magnussen, úr javnaðarflokkinum.
Mikudagin fara tey at leggja uppskot fyri Løgtingið um at heita á landsstýrið um at kanna møguleikarnar fyri, hvussu innkoyringarvegurin til Havnar av Hvítanesvegnum kann gerast.
Hesar kanningarnar skulu lýsa fyrimunirnar og vansarnar við ymsum møguleikum, tá ið dentur verður lagdur á samferðsluviðurskifti, fíggjarlig-, mentanarlig-, umhvørvislig- og sosial viðurskifti.
Tá ið málið er kannað, skal Landsstýrið skriva eina frágreiðing um málið og leggja hana fyri Løgtingið.
Tað, sum liggur í hesum er, at tey vilja kanna um tað ikki ber til at leggja vegin úr Hvbítanesvegnum í Oyggjarvegin, ella ein part av honum í ein tunnil, heldur enn at gera vanligan veg alt strekkið.

Góður hugburður steðgar í Havn
Katrin Dahl Jakobsen sigur, at tá ið Kollafjarðartunnilin varð gjørdur, kom Hvítanesvegurin at gerast høvuðsvegurin til og úr Havnini.
? Í eini 20 ár hevur ein ætlan verið í umbuna fyri at gera ein ytri ringveg um Havnina, úr Hvítanesvegnum í Oyggjarvegin, fyri at bilar skulu fáa fleiri møguleikar at koyra oman í Havnina, alt eftir, hvar teir skulu.
? Síðani er nógv hent á samferðsluøkinum. Tunnil er gjørdur vestur í Vágar og nú verður tunnil gjørdur til Klaksvíkar.
Katrin Dahl Jakobsen sigur, at Ongastaðni í landinum er so nógv fersðla eftir einum landsvegi sum eftir Hvítanesvegnum og sum gongdin er, kann ikki væntast annað enn at ferðslan fer at verða munandi økt, so hvørt sum oyggjarnar verða bundnar saman og samferðslukervið annars, batnar.
Hon vísir eisini á, at í sambandi við Norðoyartunnilin, verður tosað um at gera tunnil undir Leirvíkar bygd.
?Alt hetta vísir, at í sambandi við samferðslu, verður meiri og meiri hugsað um, hvussu alt ferðslukervið kann skipast sum eitt samanhangandi net, til so lítlan ampa sum gjørligt, bæði fyri nattúru og fólk annars.
Men hon sigur, at tvíverri steðgar hesin hugburður í Havnini .
Katrin Dahl Jacobsen sigur, at ætlaði vegurin úr Hvítanesi í Oyggjarvegin er mettur at kosta 65-70 milliónir.
? Hetta er nógvur pening fyri eina loysn, sum als ikki er nøktandi og sum enn minni hoyrir nútíðini til.
Hon sigur, at í veruleikanum kemur hesin ringvegurin at liggja í bygdum øki, í hvussu so er, heilt skjótt, tí Havnin veksur alla tíðina.
Og verður hesin vegurin gjørdur, kemur Havnin at verða innistongd í allar ævir av einum rinvegi.
?Endamálið við hesum vegastrekkinum, var at leggja ein ringveg uttanum bygt øki, tí verður hetta nevnt ein ytri ringvegur. Men tað er ikki rætt. Hetta verður ikki nakar ytri ringvegur, ti hann kemur at ganga mitt ígjøgnum bygt øki sigur Katrin Dahl Jakobsen.
Avleiðingin verður eisini, at ein stórur partur av teimum traðum, sum eru eftir í Havn, verða lagdar undir asfalt.
?Tí halda vit, at møguleikinfyri tunli eigur at verða kannaður, áðrenn spakin verður settur í,sigur Katrin Dahl Jakobsen.