Vilja kappast við Smyril Line

Ætlanirnar um nýggja rutu millum Tórshavn og Keypmannahavn vórðu steðgaðar í evstu løtu, tá Estlendskt reiðarí í morgun boðaði frá munandi hækkan av leiguprísinum

Ferðavinna

Í nátt varð fráboðan um tíðindafund send føroysku miðlunum. Í hesi stóð at lesa, at nýstovnað føroyskt felag skuldi fara undir sjóvegis ferðafólkarutu tann 3. juni.
Tíðindafundurin var ásettur at vera klokkan 10, men stutt undan hesum komu brádliga avboð.

Mistu leigumálið
Kári Davidsen, sum er ein av teimum, sum stendur handan nýggju ætlanirnar, sat framvegis á fundi, tá vit fingu orðið á hann um døgurðaleitið í dag, men hann staðfesti, at ætlanirnar fullu niður í evstu løtu.
 Vit hava arbeitt við ætlanum um at byrja ferðafólkasigling millum Tórshavn og Keypmannahavn. Og satt at siga, so hildu vit, at alt var leyst og liðugt. Vit høvdu avtalu við estlendskt reiðarí um leigu av eini ferðafólkaferju, men í hesi var ein áseting um, at avtalan skuldi góðkennast av nevndini hjá felagnum. Ein áseting, sum vit hildu var bara ein formalitetur, men í morgun var hetta alt annað enn bara tað. Tað vísti seg, at nevndin vildi broyta sáttmálan til nakrar heilt aðrar prísir, og tí hava vit valt at bíða við ætlanunum, sigur Kári.

Arbeiða víðari
Hann veit ikki at siga, júst hvussu hetta fer at ávirka løgdu tíðarætlanina. Um evstamark okkara sótu menninir handan nýggja felagið framvegis á fundi, og nøkur endalig niðurstøða var ikki gjørd. Men sum Kári Davidsen staðfesti, so verður talan neyvan um ferðafólkasigling longu 3. juni.