Vilja lata spælarar ókeypis til Chapecoense

Brasilsk fótbóltsfeløg standa saman um ræðuligu vanlukkuna í Brasil

Tað kom sum ein skelkur, tá tað í morgun frættist at eitt flogfar á veg úr Brasil til kolumbianska býin, Medellin, var dottið niður.

 

Tað er váttað at 75 av teimum beint yvir 80 ferðafólkunum í flogfarinum eru deyð. Og við í flogfarinum var eisini brasilska fótbóltsfelagið, Chapecoense, sum dagliga spælir í bestu brasilsku deildini. Teir skuldu til Kolumbia at spæla finalu í Copa Sudamericana, sum svarar nøkunlunda til tað sama sum Europa League í okkara høpi.

 

Mestsum allur hópurin hjá teimum lat lív, har bert tríggir leikarar yvirlivdu.

 

Runt allan heimin hevur samkensla í dag verið send til brasilska felagið.

 

Og nú hava fleiri av stóru liðunum í Brasil sligið seg saman um eitt tíðindaskriv, har tey vísa samkenslu við Chapecoense.

 

Í tíðindaskrivinum stendur:

 

”Í hesi sváru tíð við sakni og ræðuleika, standa vit forsetar í fleiri brasilskum fótbóltsfeløgum saman, og vísa samkenslu við Chapecoense, teirra familjum og teirra áskoðarum um ræðuligu hendingina í dag tann 29.november.

 

Tað er umráðandi at standa saman í hesi sváru tíð, og at veita stuðul og hjálp til Chapecoense.

Vit vilja tí boða frá at vit vilja veita Chapecoense hendan stuðul.

 

1.     At teir kunnu leiga spælarar frá okkum fyri ongar pengar.

2.     Fyrispurning til brasilska fótbóltssambandið um, at Chapecoense tey trý komandi kappingarárini, ikki kann flyta niður úr bestu brasilsku fótbóltsdeildini.

 

Vit halda tað er umráðandi at man stendur saman í tílíkum støðum, og halda at okkara krøv eru rímilig. Hetta fyri at Chapecoense kann koma fyri seg aftur, og fyri at vísa at man stendur saman um missin fyri brasilskan fótbólt.

 

Forsetarnir í Coritbia, Corinthians, Palmeiras, Portugesa, Santos og Sao Paulo.”