Vilja ógilda aðalfund

Á eykaaðalfundi í vikuni varð samtykt at fáa borið so í bandi, at kallað verður inn til eykaaðalfund í Føroya Handverkarafelag, við tí dagsskrá at fáa ógildað se

Á eykaaðalfundi í vikuni varð samtykt at fáa borið so í bandi, at kallað verður inn til eykaaðalfund í Føroya Handverkarafelag, við tí dagsskrá at fáa ógildað seinasta ársaðalfund Føroya Handverkarafelags og at ársaðalfundurin verður hildin av nýggjum, við røttu limavá Havnar Handverkarafelags, og at reglugerð verður gjørd, soleiðis at hvørt lokalfelag í F.H.F. fær fult innanhýsis frælsi.

Um hetta ikki verður eftirlíkað, er nevndini í H.H. heimilað at taka støðu til framhaldandi samstarv við F.H.F. og um neyðugt at uppsiga limaskap Havnar Handverkarafelags í Føroya Handverkarafelag.

Kaj Niclasen og Hendrik Olsen vórðu valdir til nýggjar nevndarlimir í Havnar Handverkarafelag.

Herluf Jacobsen heldur fram sum fyrstvaldur eykalimur, og til annan eykalim var valdur Harry Johannesen.