Tað vildu tingfólkini ikki, vísti úrslitið av kanningini, har øll tingfólk vórðu spurd.
Nú er málið aftur aktuelt, tí samgongan ætlar, at tey við teimum hægstu almennu lønunum skulu niður í løn.
Og politikarar sjálvir teljast millum tey alment løntu við teimum hægru inntøkunum.
Løgmaður og løgtingsformaðurin eru hægst løntir. Teir fáa umleið 58.000 krónur um mánaðin, meðan landsstýrismenn fáa umleið 49.000 krónur. Løgmaður fær eitt skattafrítt ískoyti upp á góðar 7.000 krónur um mánaðin, meðan skattafría ískoytið hjá landsstýrismonnum er umleið 2.500 krónur um mánaðin.
Tingfólk, sum hava sitið á tingi í 16 ár hava upptjent sær fulla pensjón, sum er 60 prosent av lønini.
Landsstýrisfólk uppspara sær fulla pensjón, tá tey hava sitið í landsstýrinum í átta ár. Onnur tænastufólk, sum ikki eru politikarar, tey skulu vera í starvi í 37 ár fyri at fáa fulla pensjón, altso 29 ár longri enn ein landsstýrismaður og 21 ár longri enn ein tingmaður.
Umframt hetta fáa ting- og landsstýrisfólk, sum búgva uttan fyri Havnina, skattafrítt ískoyti fyri at ferðast til Havnar. Landsstýrisfólk fáa upp í góðar 13.500 krónur um mánaðin skattafrítt, meðan tað er eitt sindur bíligari at flyta tingfólk til Havnar, tey fáa upp í góðar 9.500 krónur.
So Jørgen Niclasen hevur helst rætt í, at rímuligt er at spara nakað hjá teimum, sum fáa hægstu almennu lønirnar, feitastu almennu pensjónirnar og sum fáa feitt skattafrítt ískoyti.
– Næsta dagin fara vit at kanna, um undirtøka er millum tingfólk at skerja teirra egnu lønir.