Neistin-Kyndil 21-23 (13-13):
Ikki síðani 22. januar í 2003 høvdu kvinnurnar hjá Kyndli vunnið á Neistanum, og tí var einki at siga til, at tær bláu vóru stórfavorittar, tá tær fóru á vøllin leygardagin.
Kanska hildu tær bláu eisini, at sigurin fór at koma av sær sjálvum, ,men tí partinum vóru tær grønu so als ikki samdar í.
Viljin vann
Frá fyrsta bríksli sást nevnliga, at undirtippaðu grønu kvinnurnar vóru serstakliga tendraðar til dystin. Tær komu væl ígongd við nøkrum skjótum málum, og tað líka sum gav trúnna uppá, at hetta veruliga skuldi verða dagurin, har tær koppaðu Neistanum.
Ein trupulleiki hjá Neistanum í ár tykist vera, at liðið hevur ongar veruligar skjúttar á bakkunum. Hetta gagnnnýtti Kyndil til at verja við støðugt flatari 6-0 verju, og tað gav Neistanum lítið pláss at spæla seg ígjøgnum verjuna.
Sterkasta vápnið hjá Neistanum hevur í ár verið kontraspælið, men heldur ikki hetta fekst at rigga leygardagin. Partvíst tí Kyndil royndi at sleppa undan alt ov nógvum mistøkum í álopsspælinum, og partvíst tí tær eisini vóru raskar til returrenningarnar.
Og tá spælarar sum Randi S. Wardum og Barbara Egilstrøð veruliga raka dagin, so sum tær gjørdu leygardagin, hevur Kyndil sanniliga evnini til at geva øllum liðum trupulleikar.
Panikkur kom í
Avgerandi løtan tóktist tó ikki koma, fyrr enn einir 10 minuttir vóru eftir at spæla. Neistin hevði so dánt fylgt við Kyndli, tá tær brádliga fingu gyltan møguleika at avgera.
Við 6 móti 4 yvirtali kundi Neistin javna til 18-18, men heldur enn at halda fast, eydnaðist tað Kyndli at skora tvær ferðir, og tað tóktist knekka tær bláu fullkomuliga. Restina av dystinum varð ferðin sett upp á mest sum panikk-støði, men Kyndil helt tó høvdinum kalt, soleiðis at tær kundu koyra sigurin heim.
Fakta um dystin
Neistin-Kyndil 21-23 (13-13)
10 min: 4-4
20 min: 9-8
40 min: 14-14
50 min: 17-18
Málskjúttar
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 10(4), Ása á Neystabø 5, Ása Christiansen 4, Anja Heinadóttir 1, Rakul Augustinussen 1
Kyndil: Randi S. Wardum 7(2), Barbara Egilstrøð 4, Jacklin Durhuus 4, Lina Andriulyte 3, Tordis Tróndarson 2, Hildur Høghamar 1, Bjørg Syderbø 1, Ronja Mikkelsen 1
Brotskøst: Neistin 5, Kyndil 2
Útvísingar: Neistin 1, Kyndil 9
Dómarar: Birger Joensen & Kári Hansen