Viljormur leikbannaður

Viljormur Davidsen spældi dystin á tamb, tá FC Fyn um vikuskiftið tapti fyri uppflytarunum Hobro. Sambært heimasíðuni hjá FC Fyn kundi avrikið hjá FC Fyn á ongan hátt góðtakast. Liðið tapti 2-1 og tað kemur sera dátt við í niðurflytingarstríðnum, har FC Fyn og Hvidovre liggja aftast við 14 stigum eftir 16 dystir.

 

Viljormur spældi sum vant á bakkinum hjá FC Fyn. Góðar tíggju minuttir fyri leiklok tiltuskaði føroyski U21-landsliðsleikarin sær eitt gult kort, sum hevur við sær, at hann er leikbannaður næsta dystin hjá FC Fyn.

Bjarni Jørgensen, sum fyrr í ár gjørdi sáttmála við FC Fyn, var ikki partur av hópinum hjá FC Fyn í dag.

 

Hin føroyingurin í næstbestu donsku deildini, Atli Danielsen, spældi heldur ikki hetta vikuskiftið. Lið hansara, FC Roskilde, spælir ikki fyrr enn næsta sunnudag. Orsøkin til, at FC Roskilde ikki spældi var, at vøllurin var ov kaldur til at spæla á. FC Roskilde hevði fólk, sum hugdu og máldu vøllin. Tey komu fram til, at kalda undirlagið hevði farið sera illa, um spælt varð á tí. Tískil gjørdu tey av at útseta dystin.