Vejle við føroyska landsliðsspælaranum, Viljormi Davidsen, í hópinum, er í ár aftur partur av bestu donsku fótbóltsdeildini eftir ein steðg uppá nærum 10 ár.
Og sigast má, at Vejle hevur fingið eina framúr góða byrjan uppá nýggja kappingarárið. Í fyrsta dystinum móti Hobro fyri viku síðani vann Vejle 3-1 á heimavølli, og um vikuskiftið fekk Vejle óvæntaðan javnleik á Brøndby Stadion móti Brøndby í dysti sum endaði 1-1.
Í dystinum móti Brøndby var føroyski landsliðsleikarin, Viljormur Davidsen, millum bestu leikararnar hjá Vejle, og átti hann eisini uppleggið til einsamalla málið sum Vejle skeyt í dystinum.
Góða avrikið hevur eisini vakt ans í Danmark, har Viljormur eftir farna umfar er komin á vikuliðið hjá danska blaðnum, Tipsbladet, har Viljormur hevur fingið pláss sum vinstri bakkur.
Tipsbladet skrivar um avrikið hjá føroyska landsliðsleikaranum.
- Skjóta skoringin hjá uppflytaranum var eitt flott og væl spælt álop, har Viljormur Davidsen við einum perfektum innleggið hevði næstseinasta fót á málinum. Føroyski verjuleikarin var eisini botnsolidur í sínum defensiva arbeiði.
Viljormur Davidsen hevur spælt við Vejle síðani 2013, og er hann tann leikarin í hópinum í løtuni sum hevur spælt flest dystir fyri besta liðið hjá Vejle.