Viljormur spælir helst ikki

Nýggjur maður á vinstra bakk

Føroyska landsliðið hevur í kvøld havt sína seinastu venjing undan landsdystinum móti Sveis í morgin. Bæði Viljormur Davidsen og Jóhan Troest Davidsen eru meir enn ivasamir. Tí verður Bárður J. Hansen helst at síggja á vinstra bakki.

 

Les eisini: Útselt í Sveis

 

Venjingin á Swissporarena varð eisini merkt av, at tað eru skaðar í hópinum, tí tiltikni dysturin millum teir yngru og teir eldru var ikki á skránni. Heldur sloppu menn at hugsa sær seinastu løtuna av venjingini.

 

Stóra ivamálið hevur verið vinstra bakk plássið. Viljormur Davidsen er eymur í knænum og spælir helst ikki, boðar Lars Olsen frá. Landsliðsvenjarin sigur eisini, at tað er meir enn ivasamt um Jóhan Troest Davidsen verður tøkur, eftir at hann meiddi sær fótin til venjing fyrr í vikuni.

 

Les eisini: Runuvenjing og jetflogfør

 

- Nú mugu vit líka fáa at síggja hvussu tað sær út í morgin, men er ongin av teimum tøkur, so spælir Bárður J. Hansen á vinstra bakki, sigur Lars Olsen.

 

Hann væntar ikki nógvar broytingar í mun til dystin móti Portugal. Dysturin móti Sveis verður í morgin klokkan 17. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum.

 

Vit gita:

 

Føroyar (4-2-3-1)

Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Bárður J. Hansen – Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson – Sølvi Vatnhamar, Brandur H. Olsen, Gilli R. Sørensen – Jóan Símun Edmundsson