Villeiðandi umhvørvis- og orkuupplýsing

Í farnu viku eru gjørdar nakrar viðmerkingar til nýggju umhvørviskanningina av dálkingarnøgdini av vakstrarhúsgassum, tó at bert koltvísúrni, CO2, verður drigið fram, og at annars lagt verður eftir tíðinda- og umhvørvisfólkum fyri at hesi við hagtalsyvirlitum manipulera ella villleiða fólk um verunligu støðuna, at vit føroyingar ikki dálka so sum Oljumálastýrið leggur upp til, og at tað ikki ber til at roknað dálkingarnøgdina út fyri hvønn føroying, tí skipaflotin er stórur og tí dregur talið upp í mun til onnur lond.

Hagtøl pr. íbúgva neyðugt
Jákup Egholm Hansen grundgevir í Sosialinum 30.november, at tað ikki ber til ella er rætt at rokna gassnøgdir út pr. íbugva, og als ikki tá talan er um skipaflotan, ið stendur fyri stórsta partinum av dálkingini.
Um vakstrarhúsgassini bert verða roknað fyri alt landið, er klárt at vit liggja langt niðri á stiganum fyri mest dálkandi lond. Men við at nýta talið pr. íbúgva fæst ein mynd av samfelagsstøðuni og hvussu henda sær út tá umræður livistøðið, ella sagt annarleiðis: um orkunýtsluna til øll samfelagsins hjól, sum merkir skip, flutning, ravmagn og upphitan o.a. Grundgevingar um eitt lítið land við bert 45.000 sálum langt úti í miðan Atlantshavið, ið hevur alneyðugan tørv á at fiska/trola við ovurstórari maskinorku, ikki má koma í ringt orð á altjóða pallinum, sum verandi millum mest dálkandi lond, kann ikki nýtast á nakran hátt, annað enn til at fjala útyvir veruleikan ella grugga málið.
Grundarlagið fyri samráðingum millum lond á t.d. fundinum í Johannesburg um fátakradømi og burðardygga menning, gevur onga meining, um ikki samanberingar verða gjørdar millum londini - og júst grundað á fólkatal. Vit hava ein av heimsins stórstu nýtslu av olju og oljuúrdrátti uppá 98% av samlaðu orkunýtsluni, og er tað fyri alt landið og eisini fyri hvønn íbúgva.

Vakstrarhúsgassir og havdálking
Vakstrarhúsgassið, ið kemur fyri í stórstu nøgd á 60% er koltvísúrni CO2, ið einamest stavar frá oljunýtslu. Koltvísúrni hvørvur ikki av sær sjálvum, sum t.d metangass, men verður upptikið av øllum plantum, høvunum og vætuni í lofthavinum. Skuldi ikki verði neyðugt at drigið fram lívgevandi fotosyntesuna, hana kenna flest øll.
Næst er metangass CH4, ið m.a. er tvífalda síðan 1860´ini. Hetta gass er nógvar ferðir meira vandamikið í vakstrarhúshøpi enn koltvísúrni, og hvørvur eftir góðum 12 árum.
Triðja evni er køvievni NOx, ið er fleiri hundrað ferðir meira vandamikið enn koltvísúrni, og ganga heili 120 ár inntil evnið er horvið og brotið niður í náttúruni.
Vakstrarhúsfyribrigdið hevur tað óheppnu avleiðing at hitin á jørðini økist. Nøkur fá hitastig hava við sær, at veðurlagið broytist, og eru seinru árini fleiri tekin kring allan knøttin at so er. Broytingin kann hava við sær at hitin í sjónum økist, og at fiskurin tessvegna flytur longur norður ella á heilt aðrar leiðir. Aðrir fiskastovnar og fiskasløg kunnu koma á okkara leiðir, men er tað óvist, og annars sera tórført at gera frymlar ella forsøgnir um hvussu og hvørjar broytingar kunnu blíva. Men at broyting er á veg er eingin ivi um, og júst tað eiga vit at taka í stórsta álvara.

Mótmæla vandamiklari dálking
Um kanning bleiv gjørd av oljudálking, radioaktivari dálking, kyksilvur ella PCB-dálking, gjørt upp pr. íbúgva millum heimsins lond, so høvdu føroyingar ligið niðarliga á stiganum, og kundu vit tá - við góðari samvitsku - gjørt okkara til at mótmælt dálkingini, ið oyðileggur okkara føðigrundarlag, heilsuna hjá fólki og náttúruna.
Norðurlendsku náttúruverndarfeløgini hava árligan felags fund, og viðgera m.a. dálkingina frá Sellafield, ið hevur staðið á í nógv ár. So at siga á hvørjum ári er mótmæli og áheitanarskriv sent ensku stjórnini, at steðga virkseminum á Sellafield, líkasum landsstýrið eisini hevur fingið áheitan at gera nakað við sakina.
Vit kunnu senda skriv til amerikonsku stjórnina og mótmæla at teir nýta nógv kol til ravmagns- og hitaframleiðslu, at teir ikki reinska nógv væl útlát, ið hava vi sær kiksylvur og PCB evni, og at teir eisini steingja nøkur av kjarnorkuverkunum. Eingin orsøk er at teirra akfør nýta nógv meira orku og dálka 3-4 ferðir meira enn okkara akfør. Hví ikki eisini mótmæla nýtslu av handilstøðum og her framleiðsluna av nitrogen, kalsium og phosfori, ið krevur 1 litur av olju til eitt kilo av tøðum. Túsundtals fólk hava sítt livibreyð í hesum vinnum, so hugsast skal ikki bara um eins egna nalva/búk her í norðuratlantshavinum, tá mesta dálkingin ikki hevur landamørk, men er ein alheims trupulleiki.

Umlegging til burðardygga menning
Roknað verður ikki við at oljuriknu skipini steðga upp fyrr enn prísurin á olju verður ov høgur og í hvussu so er, tá oljan er uppi. Hesum verunleika sleppa vit ikki uttanum at staðfesta, og noyðast vit tí at finna fram til hvat skal gerast so samfelagið ikki steðgar upp, men kann halda fram á tryggum støði fyri allar borgarar.
Eingin onnur gongd leið er uttanum tað burðardyggu, og er tí alt tos um realismu so vinnan ikki verður fyri bakkasti, uttanumtos. Sum sagt áður gongur náttúran ikki við til millumloysnir, og er alt ídnaðarfyritakssemið tí bundið á treytum náttúrunar.
Íslendingar fyrireika seg til kapping við aðrar fiskivinnutjóðir - tá oljan er vorðin ov kostnaðarmikil. Brennievni framleiða teir sjálvir, so vit kunnu allarhelst innflyta hetta á sama hátt sum vit til tað tí eisini mugu keypa know-how og skipini haðani.
Burðardygg menning er sett ovast á dagsskránna hjá hesi og øðrum framkomnum tjóðum, meðan vit bert kunnu harmast at púrt einki hendir hjá okkum.

Tørvandi upplýsing
Jákup Egholm Hansen ger viðmerking til frágreiðingina "Vindmylluatlas fyri Føroyar", og sigur m.a., at lítið og einki verður sagt um vansar við vindorku.
Frágreiðingin er eitt fyrsta uppskot til landsplanskipan til uppsetan av vindmyllum, og er drúgv frágreiðing síða 19 og 20 um so gott sum allar treytir og vansar við vindmyllum. Jákup eigur ikki bert at skeita í innihaldsyvirlitið, men lesa frágreiðingina sum hon er, so sleppur hann undan at geva ósakligar og villleiðandi upplýsingar.

Náttúru- og lendisviðurskifti v.m. (Frá Vindmylluatlassinum síða 19 og 20)
Náttúru- og lendisviðurskifti hava ávirkan á, hvar vindmyllur kunnu setast upp. Er talan um øki, har náttúruviðurskiftini hava týdning vegna frítíðar- og rekreativ áhugamál, av vísindaligari, siðsøguligari- ella friðingarorsøk, ella vegna vernd av t.d flytifugli ella serstøkum fuglasløgum, eigur at mælast frá at seta vindmyllur upp. Onnur mál, ið hava týdning fyri val av økjum eru landbúnaður, búseting, innflúgvingarleiðir og flogvallarøki, og øki har sjónvarps- útvarps- og samskiftisútbúnaður finnist.
Hugburður til vindmyllur
Ítøkiligar reglur eru ikki í verandi lóggávu til ásetan av t.d. fráleika millum serstøk náttúruøki og vindmylluøki. Talan kann verða um fráleikar á 1000 metrar og meira, og talan kann eisini vera um heilt at avvísa vindmylluuppsetan av sjónligari orsøk, um serstøk, vøkur náttúra ynskist órørd. Myllur síggjast væl í náttúruni og kunnu tykjast fremmandar - á okkara leiðum. Hugburður til vindmyllur kann ávirka upplivingina av slíkum, tó so at installatiónin er elligomul í nógvum londum. Í øðrum sambandi síggjast vindmyllur av heilt aðrari stødd og til annarleiðis endamál, m.a. sum leikur hjá børnum ella orkuveiting á frítíðarbátum og seglskipum - ið eisini nýta vindin sum orkukeldu. Eyðsýnligu fyrimunirnir við nútíðar myllum mugu sigast at viga tungt, tá hugsað verður um sjónliga "dálking".

Trygd og frástøður
Har landbúnaðaráhugamál hava týdning, t.d. gott dyrkilendi, har seyðagongur og rættir finnast ella onnur landbúnaðaráhugamál gera seg galdandi, har eiga vindmyllur ikki at setast upp. Vanliga verða vindmyllur ikki settar upp tætt við búsetingar og bygd øki. Í Danmark verður dentur lagdur á, at bygningar ikki skugga fyri myllunum ella geva óreglulig vindviðurskifti, og standa myllur tí oftast frítt fyri í landslagnum og síggjast væl.
Sjálvt um dygdarkrøvini til myllur eru sera høg, kann henda, at ein vongur ella partur av vongi brotnar. Á svenska granskingarstovninum fyri flogtøkni er roknað út, at alt eftir vindferð, snúningsferð, mylluhædd og luftmótstøðu, kann ein vongur í heilum líki verða tveittur upp til 150 metrar burtur og ísklumpar ella flakar, ið sita á veingjunum, upp til 200 metrar. Danir nýta eina minstu trygdarfrástøðu uppá 400 metrar til búseting, undantikið tá talan er um einstakt búpláss, bondagarðsbrúk o.l.

Ljóð- og onnur árin
Aðrar orsøkir til minstu frástøðu eru árin frá óljóði. Avgerandi fyri larmi ella óljóði eru veingjasnið og útsíðuviðgerð, umframt veingjalongd og snúningsferð. Óljóð stavar partvís frá geari og generatori og partvís frá oddi og ytsta parti av vonginum. Ikki bara ljóðstyrkin, men eisini ávísi frekvensurin kann hava týdning, tá mett verður um ljóðárin. Ofta hava veingir hægri frekvens enn maskinútbúnaðurin, og tykist hesin meiri óheppin enn ein lágur frekvensur. Serstakt ljóð nevnist infraljóð, ið hevur sera lágan frekvens, ið kemur fyri, tá veingir fara fram við myllutorninum. Nýggju veingjasniðini verða mett at hava lítið og einki infraljóð, líkasum nýggjasta tøknin við "optispeed" møguleikanum, ið eisini minkar um ljóðstyrkju og órógv á radio- og teleskipan, um slík er í nánd. "Optispeed" finnist bert á myllum frá 850 KW og meira, og er snúningsferðin í miðal bert 26 um minuttin. Annað er interferens ella ljóð við sama frekvensi millum tvær ella fleiri myllur. Mátingar eru gjørdar, men eru ikki tøkar (her) í løtuni.
Stórar vindmyllur verða í donsku umhvørvisverndarlógini skrásettar í kap.5, ið fevnir um serstakar og ikki vanligar installatiónir. Krøvini til óljóð eru í mesta lagi 40 db í bygdum øki og 45 db uttanfyri bygt øki. Royndir vísa, at krøvini kunnu lúkast fyri smærri vindmylluparkir (3-6 myllur) við frástøðu á uml. 500 metrar.
Óheppin árin kunnu verða á radio- og telesamskiftinum, um mylla stendur ov tætt við sendara ella móttakara. Myllan kann skugga fyri signalum, um hon stendur millum sendara og móttakara, ella hon kann reflektera signal, um hon stendur á leiðini millum ein sendara og móttakara. Vanliga skal frástøðan verða ikki minni enn 1 kilometur millum vindmyllu og tele-samskiftisútbúnað.

Vindmyllur og ferðavinna
Vindorkumenningin hevur slitið barnaskógvarnar og er í stórum vøkstri um allan heim. Eingi skipaði viðurskifti og tørvandi heildarplanlegging hevði við sær, at myllur stóðu spjaddar í landsløgunum, tilvildarliga og uttan fyrilit. Bóndir og fólk, ið áttu jørð, ið lá væl fyri til vindorku, settu myllur upp og høvdu stóra úrtøku.
Jákup Egholm Hansen vísir til kanning í Scotlandi, har 95% av spurdu ferðafólkunum søgdu seg vitja, tí tey ynsktu reina og óspilta náttúru. Um talan er um amerikumenn ella fólk frá javnbjóðis londum verður ikki nevnt, men skilligt er, at hvørki skotar ella føroyingar koma at lívbjarga sær av órørdari náttúru alleina.
Skotar hava tikið til eftirtektar at teir verða mettir at hava europeiska orkumiðdepilin innan vindorku, og hava tí sett gongd á útbyggingum on- sum offshore. Arbeitt verður ikki eftir fummum, sum vandi er fyri hjá okkum, men eftir miðvísari ætlan til burðardygga orkuveiting eisini fyri stórsta partin av Onglandi. Og ferðavinna og óspilt náttúra verður sjálvandi vird sum eitt tilfeingi og virði, ið er lívsneyðugt fyri framtíðina.

Samsø við 100% vindorku
Sólskinsoyggin Samsø, verður annars óført vitja av ferðafólki, ið vilja síggja oynna, sum í 2007 verður 100% sjálvbjargin við ravmagnsorku framleidd úr vindi. 11 myllur settar upp á oynni nøkta tørvin og 10 myllur settar upp 4 kilometrar úti í Kattegat, geva væl afturat til flutningsendamál, har mesti partur fer í el-rikin akfør. Fólkatalið er 4240 og hava tey longu spart 24 milliónir um árið í orkuinnflutningi og 1,3 mill. litrar av olju. Dálkingin við koltvísúrni, svávuli og køvievnum er burtur og hevur gjørt sítt til at minka um vakstrarhúsgassini.

Nútíðar orku- og ravmagnsskipan
Jákup skjýtur upp at skal realistiskur orku- og umhvørvispolitikkur orðast, eiga myndugleikaumboð, skipaflotaumboð, ferðavinnufólk, umhvørvisfelagsskapir SEV og aðrir bólkar at verða tiknir við uppá ráð. At hetta skal verða einasti og rætti mátin, skal eg ikki taka dagar ímillum, men greitt er, at ávísar fortreytir mugu verða avgreiddar frá politiskari síðu, tá talan annars verður um eina holmgonga uttan at nýtiligt úrslit spyrst burturúr.
Eitt av mest týdningarmiklu málunum er, at politiski myndugleikin hevur allan máls- og avgerðarrætt viðvíkjandi orku- og umhvørvismálum. Einkarrætturin hjá SEV má tí avtakast og nýggj skipan gerast har aðrir lokalir stór- og smáframleiðarar hava atgongd til netið, ið annað felag umsitur og rekur. Eftirlit og innkrevjing v.m. eigur somuleiðis at verða lagt út á onnur feløg. Lógargrundarlagið má verða gjørt áðrenn arbeiðsbólkur verður settur umboðandi omanfyri nevndu, samt kommunur, privat, flutningsvinnu, fiskivinnu og annan ídnað. Førleiki er annars ikki í landinum at fremja slíka uppgávu á professionella hátt, og nýtt landsstýri verður eisini neyðugt, um komast skal víðari á byrðardygga leið.

Ósakligur tíðindaflutningur
At leggja eftir tíðindafólkum, einamest á SVF, og harta ella átala teirra journalista arbeiðshátt við syndbukka-syndrominum mótvegis tí "sakligu" upplýsingini, avdúkar veikleikar í egnu søk og tørvandi virðing fyri tíðindastovnum og teirra rætti at bera óheftan tíðindaflutning.
Í Fregnum í farnu viku er grein, ið Arnstein Niclasen stendur fyri, og er har sami ósakligi tendensur frá byrjan til enda, og fær ein tí ikki hug at gera viðmerkingar til slíka skriving.
Dømi um roynd politisk at ávirka SVF- tíðindaflutning hava vit fekst dømi um, ið ikki skal nevnast her, men italski stjórnarleiðarin og mafia-vinurin Berlusconi man hava nútíðar met hesum viðvíkjandi.