Villleiða løgtingið og Føroya fólk

Jørgen Niclasen og Fiskimálastýrið villleiða løgtingið og Føroya fólk, tá sagt verður, at tilboðið um vaktar- og bjargingarskipið úr Kina er 88 mió kr

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jørgen Niclasen hevur nú avgjørt, at nýggja vakta- og bjargingarskipið skal byggjast í Noreg.

Álvur Mortensen frá skipsmeklaravirkinum Maretec á Argjum sigur, at Jørgen Niclasen, landsstýrismaður og Fiskimálastýrið beinleiðis villeiða Løgtingið og Føroya fólk, tá upplýst verður í útvarpinum, at tað kostar 88 milliónur krónur at byggja vaktarskipið í Kina.

? Hetta ikki er sambærligt við tilboðið úr Kina, sum ljóðar uppá 11,3 milliónir U.S. Dollarar, sum tá vóru einar 72,5 milliónur krónur, sigur Álvur Mortensen

Hann leggur afturat, at Maretec nú fer at senda løgtinginum og floksformonnunum avrit av tilboðunum sum skjalprógv fyri, at tilboðið úr Kina ikki er so dýrt, sum landsstýrið vil gera tað til.