Vinarbýur hartar Klaksvík fyri grindadráp

Vinarbýurin Wick hevur eftir øllum at døma kvett vinasambandið við Klaksvík inntil føroyingar gevast at drepa grind.

Klaksvík fær nú mótstøðuna móti grindadrápi at smakka, men ivasamt man vera, um klaksvíkingar flest geva sær far um tað.

 

Eftir øllum at døma hevur ein av vinarbýunum hjá Klaksvík, Wick í Skotlandi, kvett sambandið við Klaksvík orsaka av grindadrápinum.

 

Gail Ross, ið er kommunustýrisumboð fyri Wick umboðandi skotska loysingarflokkin SNP og eisini er civic leader fyri Caithness, ið er eitt slag av leiðara uttan stórvegis politiska ávirkan, hevur sent Jógvani Skorheim, borgarstjóra í Klaksvík, eitt skriv, har hon mótmælir grindadrápinum.

 

Í skrivinum stendur, at hóast hon er klár yvir, at seinastu grindirnar ikki eru dripnar í Klaksvík, so harmar hendan siðvenjan hana almikið og hon heldur ikki, at tílíkt eigur at ganga fyri seg nú á døgum.

- Vit kunnu ikki góðtaka slíka djórapínslu og tað harmar meg almikið at muga kvetta tað samband vit hava við tykkara vakra bý, inntil vit fáa fulla vissu um, at hesum ræðuleikin er av, skrivar hon millum annað.

 

Men sum sagt, neyvan hevur hetta stórvegis ávirkan á dagligdagnum hjá vanliga klaksvíkinginum.