Vindrøkt ætlar at byggja tríggjar vindmyllulundir afturat.

Vindrøkt, sum í dag hevur fingið Effo sum nýggjan partaeigara, ætlar sær at byggja tríggjar vindmyllulundir í Føroyum.

- Vit hava stórar ætlanir og málið er, at vit skulu nøkta orkutørvin hjá einum fjórðingi av øllum føroyingum, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri.

 

Tær tríggjar vindmyllulundirnar eru við Gellingarklett í Hoyvíkshaganum, á Mýrunum í Vestmanna og í Junkarahaga millum Kvívík og Vestmanna. Á Mýrunum er eisini ætlanin at byggja eina stóra sonevnda pump-to-storage skipan.

 

- Tað kemur sera væl við hjá okkum, at Effo er komið inn og hevur styrkt felagið, nú klárt er at fara undir verkætlanina í Hoyvíkshaga og á Mýrunum í Vestmanna, sigur stjórin.

 

Fyrsta verkætlanin verður væntandi tann við Gellingarklett. Tá hon er liðug, fer hon at veita orku til 6.000 húsarhald.

- Her er klárt at byrja mest sum beinanvegin. Vit fingu loyvini í samband við útboðið um vindmyllulundina í Húsahaga, og vænta ikki, at tað verður torført at endurnýggja tey. Væntandi fara vindmyllurnar har at framleiða streym longu á heysti 2019, sigur stjórin.

 

Hendan lundin fer at kosta millum 150 og 170 milliónir krónur, men Jóhan í Niðristovu væntar, at fígging kemur upp á pláss skjótt. Hinar vindmyllulundirnar fara at kosta tað sama, umframt at pump-to-storage skipanin, har vindorka skal nýtast til at pumpa vatn upp í hæddirnar, sum síðani kann brúkast til vatnorku, fer at kosta 1,2 milliardir krónur.

 

Tað er tó eingin avtala gjørd, um at Effo ella eigararnir av Effo, skulu fíggja alla verkætlanina.

- Eg vænti tó ikki, at tað verður torført at fáa fígging. Væntandi fer Effo at fíggja ein part og so fáa vit at síggja, sigur hann.