Landsverk boðar í morgun frá, at tað er hált um alt landið, og bilførarar verða bidnir um at koyra varliga.
Nógvastaðni verður eisini boða frá nógvum vindi, og onkrastaðni er vindmegin heilt upp í storm. Á Høgareyni og á Porkerishálsi er stormur. Á Krambatanga, á Velbastaðhálsi og í Kaldbaksbotni er skrið, og so at siga um alt landið verður boðað frá hvirlum frá 27 til 30 metrar um sekundið.
Løgreglan hevur kortini ikki merkt nógv til veðrið enn, og vakthavandi boðar frá, at einki ferðsluóhapp hevur verið í morgun.
Heitt verður kortini á bilførarar um at koyra varliga.