Eisini í Vágum er nógvur vindur av suðuri, og tað tarnar flogferðsluni. Fyrsta flogfarið væntast í Vágar kl 18, og fyrsta fráferð væntast kl 18
Væntandi minkar vindurin út møti kvøldi,soleiðis at flogferðslan vónandi kemur í rættlag aftur, siga tey hjá Atlantsflog.
Ferðaætlanin hjá Atlantsflog í dag sær soleiðis út:
Fráferðir
RC452 til Keypmannahavn væntast at fara kl. 18:00
RC454 til Keypmannahavn væntast at fara kl. 18:30
Komur
RC453 úr Keypmannahavn. Nærri boð kl. 16:00
RC455 úr Keypmannahavn. Nærri boð kl. 19:00
RC455 úr Keypmannahavn. Nærri boð kl. 19:00
- Ferðafólk verða biðin um at fylgja við á portalunum, heimasíðuni hjá Atlantic Airways (TRÝST HER) ella á tlf 341020, sigur Atlantsflog.