USA
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
New Bridge Strategies skal millum annað ráðgeva feløgunum, sum royna at sleppa upp í part, nú Irak skal endurreisast, skrivar New York Times.
Stjóri í felagnum er Joe M. Allbaugh, sum stóð á odda fyri valstríðnum hjá George W. Bush upp undir forsetavalið í 2000. Í leiðsluni eru eisini Edward M. Rogers og Lanny Griffith, sum arbeiddu sum ráðgevar hjá George Bush eldra, tá hann var forseti.
Sambært New York Times hevur felagið eina heimasíðu, og har verður dentur lagdur á, at felagið hevur gott samband við forsetan, umsiting hansara og skyldfólk hansara.
Fyrr hava amerikonsku myndugleikarnir kannað sambandið millum Dick Cheney, varaforseta og felagið Halliburton, sum hevur fingið fleiri sáttmálar um arbeiði í Irak. Cheney var stjóri í Halliburton, til hann hjørdist varaforseti. Kanningin vísti, at varaforsetin hevur framvegis áhugamál í felagnum, og at hann fekk 1,4 millión krónur frá felagnum í 2001 og 1,1 millión krónur í fjør.