Vinnan

Vinnulívið er ein stórur partur í samfelagnum

Tað hevur týdningarmikið fyri Tórshavnar kommunu at vit geva vinnulívinum teir karmar sum skulu til fyri at kunna virka. Mangan hava vit hoyrt um fyritøkur sum hava staðið á bíðilistanum í nógv ár, og vit eiga at gera nakað við at fáa stytt um bíðitíðina. Útstykkingar av vinnuligum grundøkjum er neyðugt, ongantíð ov skjótt fyri eina stóra kommunu sum Tórshavnar kommuna.

Eisini eiga vit at skapa góðar karmar fyri ferðavinnuni, tí nógv tann størsti parturin av ferðafólkunum koma til Havnar. Og nógv teirra leggja pening eftir seg. Hetta til gagn fyri okkum øll í Tórshavnar kommunu.