Oljuleiting/Analysa
Uttan mun til hvussu nógv borivirksemi verður á landgrunninum í næstu framtíð, so kann tað tó eisini hava stóran týdning fyri føroyingar, hvat fer at henda beint hinumegin markið, har vit longu vita um oljufeløg, sum fara at bora í bretskum øki beint upp at føroyska markinum í hesum árinum. Vit vita sum er, at Amerada Hess fer at bora ein brunn í næsta ársfjórðingi, og at hesin møguliga eisini kann uppfatast sum ein metingar- og avmarkingarbrunnur fyri fundið á føroyska økinum eisini. Tað verður mett, at fundið Hess gjørdi á føroyskum øki í fjør eisini liggur inni á bretskum øki.
Amerada Hess hevur so eisini eitt annað loyvi í bretskum øki m.a. saman við Texaco, sum eisini hevur fleiri onnur áhugaverd loyvi í bretskum øki. Tað kann hugsast, at Texaco fer at bora í ár, eitt nú longur norðuri, har tað hevur eitt loyvi, sum liggur heilt uppat føroyska markinum, og har Agip hevur eitt 9 ára loyvi føroysku megin markið. Um Texaco fer at bora í grannalagnum í ár og verður so heppið at finna olju, so vil tað kunna skapa størri áhuga fyri 9 ára loyvinum hjá Agip í føroyskum øki. Tvs. at tað tá kann hugsast, at eitt 9 ára loyvi bráddliga verður til eitt 6-ára loyvi. Hetta eru tó bert gitingar, sum eru frammi í oljuídnaðinum.
Aftrat øllum hesum er so spurningurin, hvat Phillips og Statoil fara at gera í teirra loyvum á bretskum øki niðri í Gulhorninum. Møguliga sita hesi feløgini eins og onnur eitt nú Agip og bíða eftir úrslitinum av boringini hjá Amerada Hess í loyvinum á bretskum øki, ið liggur beint við síðuna av.
So tað eru nógvir ókendir faktorar í sambandi við leitivirksemið á Atlantsmótinum bæði í ár og komandi árini. Tað merkir so aftur, at føroysk vinna, sum vil veita tænastur til eitt komandi leitivirksemi í øllum økinum má gera seg út við toli. Tað verði seg útgerðarhavnin í Runavík, tey ymsu útgerðarfeløgini, heilsølurnar, Atlantsflog osfr. Men møguleikar eru so eisini fyri at fara um markið og brúka fyrstu royndirnar at vera veitari til oljuvinnuna sum lopfjøl til uppgávur uttan fyri Føroyaøkið.