Vinnuframagrunnurin yvirtekur Kleking

Kleking verður niðurlagt og uppgávurnar lagdar til Vinnuframagrunnin. Tað hevur Vinnunmálaráðið gjørt av. Vinnuframagrunnurin boðar í dag frá, at nú er ein liður minni í viðgerðini av umsóknum um stuðul til nýskapandi hugskot og til íverksetarastuðul, sum áður skuldu sendast til Kleking. Eftir tilmæli frá stýrinum fyri Vinnuframagrunnin hevur Vinnumálaráðið tikið avgerð um at avtaka Kleking og at leggja uppgávurnar hjá Kleking til Vinnuframagrunnin.

Orsøkin til hesa avgerð er, at tað við tíðini varð blivið eitt ávíst samanfall millum uppgávurnar hjá Kleking og uppgávurnar hjá Vinnuframagrunninum. Av tí at umsitingin og stýrið fyri Vinnuframagrunnin kunnu røkja tær uppgávur, sum fyrr lógu hjá Kleking, varð tað mett skynsamt at avtaka stýrið fyri Kleking. Serliga tá ið havt verður í huga, at tað er stýrið fyri Vinnuframagrunnin, sum hevur evstu ábyrgd av teirri fígging, sum verður latin til nýskapandi hugskot og til íverksetarastuðul.

Upprunaliga endamálið við Kleking var, at tað skuldi skapa serligar umstøður fyri menning av nýggjum KT-fyritøkum, bæði við at geva teimum karmar at virka í og við at lætta teimum atgongdin til fígging og ráðgeving í byrjanartíðini. So líðandi eru økini, sum Kleking stuðlar, vorðin breiðari, og KT er ikki longur ein treyt fyri, at ein umsókn kann fáa stuðul. Av hesi orsøk er munurin millum verkætlanir, sum ávikavist Kleking og Vinnuframagrunnurin stuðla, minkaður , og tí er ikki longur neyðugt við tveimum ymiskum stýrum.

Regin W. Dalsgaard er formaður í stýrinum fyri Vinnuframagrunnin, og Vinnuframagrunnurin sigur í tíðindaskrivi, at hann fegnast um, at Vinnuframagrunnuin fær tað álit at røkja uppgávurnar, sum higartil hava verið í Kleking.

- Men allarmest fegnast hann um, at leiðin til ráðgeving í sambandi við fígging nú er styttri fyri íverksetarar, sigur Vinnuframagrunnurin.

Vinnuframagrunnurin fer tó framhaldandi at nýta heitið ?Kleking? fyri hesa stuðulsskipan, tá heitið væl greiðir frá endamálinum við stuðulsskipanini.