Tey sjey arbeiðsfólkini, sum eru tengd at Vinnuhúsinum, fóru mánamorgunin á fyrsta sinni til arbeiðis í nýggjum hølum. Eftir at hava búleikast niðri í R.C. Effersøesgøtu í mong ár er Vinnuhúsið nú flutt niðan í Smærugøtu í Havn í stór hús, sum í øllum førum havnarfólk kenna aftur sum stóru hvítu húsini uppi á høvdini omanfyri Mylnuna og Berjabrekku.
Plásstrot
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, greiðir frá, at leingi hevur verið leitað eftir røttu hølunum at flyta í, tí plássið niðri í gomlu húsunum varð sera avmarkað, og flytingin hevur sostatt verið átroðkandi.
- Tosað hevur verið um at byggja, men tá vit nú fingu møguleikan, tóku vit av, og vit eru sjálvsagt fegin um nýggju hølini, sigur Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum.
Neyðug ráðstevna
Men hóast manningin júst er flutt inn í nýggjan bygning, er uppmerksemi hjá Vinnuhúsinum í hesum døgum kring oljuráðstevnuna týsdagin. Jan Mortensen ætlar sær at fylgja væl við.
- Sum flestum kunnugt hevur føroyska vinnan seinastu tíðina verið merkt av stagnatión, fallandi nøgdum, fallandi prísum og einum horvnum bjartskygni. Tí er alneyðugt við eini ráðstevnu, sum júst viðger spurningin um nýggj initiativ og øðrvísi vinnumøguleikar, sigur Jan Mortensen. Hann metir, at bjartskygdi hugburðin til nýggjar vinnumøguleikar, sum var at hóma eftir kreppuna, er horvin, og tí er neyðugt at skipa fyri tiltøkum, sum aftur kunnu kveikja og seta ferð á vinnuliga nýhugsan.