Formaðurin í fíggjarnevndini var tá í bløðunum og vísti á, at játtanin til lønir var 1,2 mió kr hægri í 2009, enn brúkt var til lønir í 2008, soleiðis hevur undirritaða eisini skilt tað. Er tað so, hongur tað ikki saman, at samstundis sum lønarpuljan veksur við 1,2 mió frá 08 til 09, at fólk so verða søgd upp fyri at fáa játtanina at hanga saman. Í útvarpinum leygardagin segði landsstýriskvinnan, at MMR hevði valt at koyra nóg nógvan pening uppá til lønir, - ikki tí at hetta skuldi gjaldast sum lønir til starvsfólkini, men tí at hendan upphæddin skuldi nýtast til annan rakstur hjá skúlanum. Var hetta rætt skilt, er hetta ein sera óheppin mannagongd, sum MMR hevur valt. Hetta gevur jú lóggevandi valdinum eina heilt skeiva og pyntaða mynd av, hvat landsstýrið ætlar.
Higartil er skotið viðvíkjandi sparingum á vinnuháskúlanum vent móti fyrst og fremst fíggjarnevndini og harnæst løgtinginum, men tað er mangt sum bendir á, at hundurin liggur grivin aðrastaðni í skipanini, og at tað er neyðugt at finna hann, til tess at fáa rætta møguligar villur.
Tí soljóðandi spurning:
Hví hava 3 til 4 fólk á vinnuháskúlanum fingið ætlanarskriv um uppsøgn, tá ið skúlin hevur fingið 1,2 mió kr meira játtaða til lønir í ár enn brúkt var í 2008.
Í útvarpinum kom eisini fram, at bachelor útbúgvingin mátti útsetast, tí játtanin var skorin, og at man ikki ætlaði at taka maskinistar inn í ár, tí játtanin var skorin í mun til tað sum biðið var um. Men í viðmerkingunum í álitinum frá fíggjarnevndini stendur at: “Landsstýrið hevur boðað frá, at skúlin bert fer at taka lesandi inn eina ferð árliga, og ætlanin
við einum fyrireikingarflokki til hægri lestur verður ikki sett í verk í 2009 “ hetta boðaði landsstýrið frá væl áðrenn nøkur skerjing varð framd og áðrenn álitið frá fíggjarnevndini kom til 2. viðgerð.
Tað vil siga, at um teksturin í viðmerkinugunum í álitinum er rættur, var ongantíð ætlanin hjá MMR, at vinnuháskúlin skuldi byrja bachelor útbúgvingina í ár. So tað er ikki har, at sparingin rakar. Hóast hetta hevur verið nýtt sum grundgeving!
Men so er tað maskinistaútbúgvingin. Hon er neyvan umfatað av orðingini um, at skúlin bert fer at taka lesandi inn eina ferð árliga. Tær viðmerkingarnar verða, sum eg skilti tað, meintar við maskinmeistaraútbúgvingina og navigatørútbúgvingina, sum vanliga tóku næmingar inn tvær ferðir árliga.
Tað vil siga, at skúlin, sum vanliga tók maskinistar inn á hvørjum ári, hevur valt at sleppa hesi útbúgvingini í ár orsakað av sparingum. Verður sagt!
Tí soljóðandi spurningar
hvussu nógv sparir skúlin við ikki at taka ein maskinistaflokk inn í ár.
Er ongin møguleiki fyri at finna hendan pening á verandi játtan, tá ið hugsað verður um, at játtanin til lønir er 1,2 mió kr hægri í 2009 enn í 2008?
Hesir fyrispurningar verða settir Helenu Dam á Neystabø í løgtinginum mikudagin.